Besta leið úr trupulleikum er ígjøgnum teir
- Robert Frost

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Hann ætlaði at klára 1000 pund - tað er einar 8.000 krónur - við at ganga 100 ferðir aftur og fram úti í garðinum áðrenn hann fylti 100 tann 30. apríl. Men onkursvegna rakti hann okkurt í tíðini, almenningurin helt hann vera eina fyrimynd, og áðrenn tey vistu av hevði bretska fólkið latið nærum 33 milliónir pund ella einar 275 milliónir krónur til endamálið hjá honum, sum var at stuðla bretska heilsuverkinum, NHS.

Í kvøld boðar Downing Street nummar 10 so frá, at Tom Moore, sum eisini er ein av seinastu veruligu veteranunum frá seinna heimsbardaga, verður sligin riddari og kann kalla seg Sir Tom Morre tað sum eftir er av ævini.

Miðilin The Telegraph skrivar, at Elizabeth drotning hevur góðkent ætlanirnar at heiðra Tom Moore.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo