Ein rættur vinnuligur íbirtari hevur einki trygdarnet undir sær
- Henry Kravis

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Ein vakur dagur telur sínar tímar. Tað er leygardagur 23. februar 2019. Vit bæði konan hava gingið á gongugøtuni í Keypmannahavn og notið dagin. Hava í ein heilan dag havt stundir til einki at gera og raðfesta tað tóma rúmið. Hjúnalagið kann, um vit ikki varnast, enda sum gerandislig endurtøka, ið er neyðug, hóast niðurskrivað í virði.

At vera saman hóvar flest øllum menniskjum. Samveran er kveikjandi, um andin í rúminum er borin av friði og virðing. Tyngjandi stemningur elur mangan ótta og órógvar sinnið. Samveran er óheppin, um javnbjóðis rættindi ikki mynda løtuna. 

Vit tosaðu um lívið, sum tað lagaði seg fyri okkara viðkomandi. Eitt ríkt lív við ymiskum avbjóðingum.

Dýrabarar løtur. Vælsignaði menniskju á leiðini frá ungum árum til henda dag. Tað livandi tilfeingið er veruligt ríkidømi. Tað er ósigandi ríkt, at eiga onkran at vera góður við og møta kærleika frá fjøld av fólki.

Komu at sita saman við hugnaligum fólkum í flogfarinum ávegis til Kastrup. Skemt og kæti runnu saman við lívsins álvarsemi. Frásøgnin um ta seinastu løtuna, áðrenn kenningar og vinfólk vórðu kallað heim í dýrdina. Tað er okkara trúgv, at frelsarin Jesus er hjástaddur, tá ið hjartað slær seinastu ferð.

Hann var merktur av elli og mettur av døgum. Løtan at siga farvæl og fara foldum frá var komin. Øll góð ynski borin um ferðina inn í tað ókenda, ið tó kendist heimligt. Friður í hjartanum og friður í umhvørvinum. 

Hevur tú nøkur ynski til okkum, ið eru tíni nærmastu? Nei, einki beinleiðis ynski. Hóast eg fari einsamallur inn í ævinleikan, er Jesus hjá mær. Hann vil vegna náði sína bera meg inn í Guðs ríki og heim til faðirin.

Jú, um tað er møguligt, ynski eg, at onkur tykkara situr hjá mær, tá ið farið verður yvirum. Tað er ikki neyðugt og als einki krav. Møguliga kennist tað fjálgari, at onkur tykkara er her, heldur í hondina á mær og leiðir meg yvirum.

Áhugavert er tað, at samtalan flutti seg. At dvølja ov leingi við seg sjálvan er valla gagnligt. Spakuliga komu vit inn á ta almennu eldrarøktina. Tryggir heimligir karmar á stovni og í býli. 

Landssjúkrahúsið, ið fyllir 95 ár í dag, er eitt tað størsta arbeiðsplássið í landinum. Fjølbroyttur fakligur førleiki. Dugnalig og nærløgd starvsfólk samstarva til frama fyri sjúklingin. Menningin og framstigini eru sjónlig í mínari lívstíð, nú sjúklingurin er í miðdepilinum. Møguliga er tað ikki rætt at orða seg svá, tí øll virka í síni samtíð við teimum møguleikum, ið eru tøkir í tíðini. Mær tykir, at tað menniskjansliga stendur sjónligari á breddanum nú enn áður.

Verður hugsað um deyðan, hevur heilsuverkið uppiborið eina stóra tøkk við atliti at røkt og umsorgan á ellisheimum og stovnum. Ikki minst LS, ið veitir teimum doyggjandi og teimum avvarðandi eina avbera góða tænastu. Tað menniskjansliga og medmenniskjað. Tað likamliga, sálarliga og andaliga.

Um tað er møguligt, ynski eg, at onkur situr hjá mær ta seinastu løtuna, tá ið eg farið yvirum. 

Á øllum arbeiðsplássum hendir okkurt mistak, eisini á LS. Fullkomuleikin er ómøguligur, hóast vit eiga at seta hvør øðrum høg krøv. Mistøk henda eisini hjá okkum, ið arbeiða í kirkjuni. Eingin undanførsla, einans staðfesting.

Tað er virðiligt, at avvarðandi verða sædd og vird tær sváru løturnar, tá ið hildið verður í hondina á teimum kæru. Loksins kólnar hondin og missir takið.

Vóni, at leiðslan á LS framhaldandi fær náðir at raðfesta, útbyggja og menna hetta økið saman við dugnaligum starvsfólkum. Til tess krevst fíggjarlig raðfesting.

Svá vit eru um tey doyggjandi, virða vit tey livandi. Vóni, at kirkjur og samkomur gera enn fleiri framstig á hesum øki, so vit við orðinum um Jesus eru hjástødd í Kristi stað lívsins sváru løtur.

Smádrongurin ræddist myrkur og tordi ikki út fyri dyr um kvøldið tað myrka hálvárið. Saman við pápanum fór hann av Stongunum í Klaksvík eftir bygdavegnum til býlingin hinumegin vágna at vitja familju og kenningar.

Komin út á trappuna legði drongurin sína lítlu hond í hondina á pápanum. Myrkrið var so ræðandi, at hann valdi at blunda, meðan hann varð leiddur ávegis. 

Faðir og sonur komu í øllum góðum til húsið, teir ætlaðu at vitja. Tá ið teir stóðu á trappuni, og hurðin varð latin upp, segði pápin við sonin: “Sonur mín! Nú eru vit her, og tú kanst lata eyguni upp og hyggja rundan um teg.”

At sita hjá og halda í hondina hvør á øðrum. Onkuntíð eru starvsfólk hjástødd okkara vegna, tá ið deyðin vitjar okkara nærmastu. Hjávera teirra er fullgóð. 

At leiða onnur og verða leiddur av Jesusi. Leiddur ávegis gjøgnum dimmar løtur til eitt unniligt heim í ljósi. Amen.

Orðið: “Tín útgang og inngang skal Harrin varða nú og um allar ævir.” (Sálmur 121,8).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo