Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Nú hoyrist í miðlunum, at formaðurin í uttanlandsnevndini ikki metir tað vera neyðugt hjá uttanlandsnevndunum í Føroyum, Danmark og í Grønlandi at hittast á regluliga ásettum fundum.

Hesa útmeldingina eri eg vónsvikin av at hoyra frá formanninum í føroysku uttanlandsnevndini, tí hetta er skeiv leið at fylgja, um man veruliga ynskir at menna ríkisfelagsskapin.

Sjálvt um fleiri røddir innarliga í samgonguni hava sum aðalmál at spilla samstarvið millum londini, so eigur formaðurin í føroysku uttanlandsnevndini ikki at lata hesar røddirnar fáa loyvi til at forða menningini av samstarvinum.

Endamálið við regluligu fundunum er at styrkja samstarvið millum londini - ein pallur, har londini í ríkisfelagsskapinum kunnu savnast fyri at skifta orð um trygdar- og verjupolitisk mál, ið eru uppi í tíðini.

Sjálvandi skulu nevndirnar hittast reglugliga - tað tænir ríkisfelagsskapinum, og tað tænir Føroyum!

Bárður á Steig Nielsen
Formaður í Sambandsflokkinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo