Skúlablaðið: Gerandisdagurin í nógvum skúlum í Noregi er eyðkendur av at verða stýrdur av myndugleikum, ógreiðum reglum og høgum trýsti.
Hetta avmarkar møguleikarnar at menna skúlarnar og ávirkar trivnaðin hjá skúlastjórum og úrslitini hjá næmingum.
Tað vísir ein stór kanning, sum er gjørd millum skúlastjórar í Noregi.
Tað er Universitetið í Agder, sum hevur staðið fyri kanningini, ið er umbiðin av norska skúlaleiðarafelagnum.
539 skúlastjórar í barnaskúlum og miðnámsskúlum tóku lut, og tað ger úrslitið umboðandi fyri alt landið.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo