Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrispurningur um heim í Suðuroynni, settur landsstýriskvinnuni í almanna- og mentamálum, Sirið Stenberg (at svar skrivliga eftir TS § 52a)

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvør er grundgevingin fyri, at uppruna ætlanin um heimið í Suðuroynni fyri borgarar við avbjóðingum er broytt?

2. Hvussu nógvar borgarar hevur Almannaverkið á bíðilista til bútilboð í Suðuroynni?

3. Fer heimið, sum er í umbúna, at nøkta akutta tørvin, og verða møguleikar fyri at víðka um tilboðið?

Til nr. 1
Upprunaliga vóru 10 smærri kømur í húsinum. Av tí at fólkini, ið hava tørv á bútilboð í Suðuroy hava rættiliga ymiskan tørv, hevur Almannaverkið valt at gera nøkur av kømrunum til íbúðir. Sostatt eru nú fimm 1-rúms íbúðir og tvær 2-rúms íbúðir í húsinum.

Til nr. 2
Í løtuni standa sjey fólk á bíðilista til bútilboð í Suðuroynni. Ein av hesum sjey hevur ikki tørv á bútilboð enn.

Til nr. 3
Við nýggja heiminum verður mest átrokandi tørvurin í Suðuroynni nøktaður. Roknað verður við, at nøkur av fólkunum á bíðilistanum, taka ikki av tilboði um búpláss í fyrstu atløgu, men heldur ynskja tilboð um umlætting.

Vit hava ikki kannað, um tað ber til at víðka um júst hatta tilboðið, sum liggur við Sílá, men um tað ikki ber til, tá tørvur verður á tí, so eru aðrir møguleikar í oynni.

Sirið Stenberg
landsstýriskvinna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo