40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tá freistin at søkja starvið var úti í gjár, vóru sjey umsóknir komnar.

Í næstum – 1. februar ella so skjótt sum til ber – verður starvið sum skúlastjóri sett í Vestmanna skúla av nýggjum. Í løtuni røkir Eyðdis Eidesgaard, fulltrúi í Undirvísingarstýrinum, starvið, eftir at Alis J. Højsted fyri stuttum var loyst úr starvinum.

Í Vestmanna Skúla eru 171 næmingar í 1.–10. flokki. Skúlin hevur eisini serflokk, Melin, sum er eitt serligt skipað undirvísingartilboð. Í skúlanum starvast 21 lærarar og tveir námsfrøðiligir stuðlar.

Í starvslýsingini stendur, at skúlastjórin hevur fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og ábyrgdina av virksemi skúlans. Hann skal virka fyri góðum trivnaði millum starvsfólk og næmingar og millum skúla og heim. Skúlastjórin skal eisini í samstarvi við foreldrini leggja áherðslu á, at næmingarnir fáa eina mennandi og fjølbroytta undirvísing.

Harumframt skal skúlastjórin vera førur fyri at inna eina mennandi starvsfólkaleiðslu, skapa umstøður hjá tí einstaka fyri samábyrgd og ávirkan og tryggja, at lærarar skúlans hava umstøður fyri fakligari menning. Eisini skal skúlastjórin skapa virðing fyri skúlanum og leggja dent á støðuga menning bæði fakliga og sosialt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo