40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tað hevur gingið væl hjá svensku fyritøkuni Minesto seinastu tveir mánaðirnar at framleiða streym úr sjóvarfallinum. Tað eru sonevndu Dragon 4 drekar sum framleiða streymin í dag, og í næstum verða fundamentini til enn ein dreka av hesum slagnum løgd út, skrivar miðilin Offshore Energy.

Samstundis ljóðar, at arbeiðið at menna tann størra Dragon 12 gongur sum ætlað, hóast ymsar avbjóðingar hava verið við at fáa hendur á ymsum lutum sum skulu brúkast. Væntandi verða hesir drekarnir settir upp næsta vár.

Tá allir drekarnir eru uppsettir fara teir at kunna framleiða 84 GWt, sum er tað sama sum 20% av føroyska elforbrúkinum í 2021.

Minesto samstarvar við SEV um verkætlanina.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo