Tak ikki lívið í ov stórum álvara. Tú sleppur ikki frá tí livandi kortini
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Minningarorð

Hilmar Kass, fyrrverandi løgtingsmaður og sjómansskúlalærari, andaðist sunnudagin, 96 ára gamal. Hann var av Strondum, sonur Bartal Johansen í Kass og Súsonnu f. Lamhauge úr Lamba. Hilmar giftist Lydiu f. Danielsen úr Porkeri. Tey búðu í Havn.

Hilmar fór fyrsta túrin til skips 16 ára gamal við Austerlitz, ið pápin førdi. Hetta vóru ófriðartíðir, og siglt var við feskfiski úr Íslandi á bretska marknaðin. Hilmar var spentur at sleppa fyrsta túrin – teir skuldu sigla 16. februar 1943 – men tá ið pápin kom úr Havn við siglingarordrum, segði hann, at líkindi vóru ikki at fara. Hetta skilti Hilmar ikki, tí tað var mest at kalla stilli, eitt lot lágt, og so kavaði av møkum.

Men um náttina varð av ringasta veðri, og Austerlitz, ið lá vetrarbundin, sleit undan ringunum á Strondum (landketuna), men var liggjandi fyri sjóketuni og fór ikki á land. Skip, ið løgdu frá landi upp undir ódnarveðrið, komu sundurbrotin aftur. Komið var inn í mars mánað, áðrenn veðrið blíkaði, og skipini sluppu til Íslands at keypa fisk. Austerlitz gekst væl í ísfiskasiglingini, tað ið eftir var av krígnum, og inntøkan var góð.

Hilmar Kass tók stýrimansprógv á vári 1950 og skipsføraraprógv sama heystið í Keypmannahavn. Fjarritaraprógv tók hann á sama lærustovni árið eftir.

Komandi árini sigldi Hilmar við føroyskum fiskiskipum, meginpartin av tíðini sum skipari, men í 1958 gjørdi hann av at fara á læraraskúla í Havn. Eftir staðið læraraprógv í 1962 tók Hilmar upp lærarastarv í realskúlanum, har ið hann undirvísti í sjey ár – eitt ár í Havn og seks á Føroya Studentaskúla í Hoydølum.

Í 1969 tók Hilmar við sum lærari á Føroya Sjómansskúla – nú Vinnuháskúlanum – og í 1972 gjørdist hann varaskúlastjóri. Hetta starv røkti hann, til hann legði frá sær fyri aldur í 1994. Seinasta hálva árið var hann settur stjóri.

Hilmar Kass var løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin frá 1966 til 1988, tá ið hann gjørdi av ikki at stilla upp aftur.

Tá ið undirritaði á sinni tosaði við dámliga og siðiliga mannin um lívsleiðina, endaði hann við hesum orðum:

“Eg var so í løgtinginum frá 1966 til 1988, tá ið eg tíbetur ikki stillaði upp aftur. At vera lærari á sjómansskúlanum og røkja løgtingsarbeiði samstundis var ikki rætt lív. Tað var eitt lív, sum snúði seg um politikk og skúla, einki annað. Eg hevði fingist við ættargransking frammanundan, men hetta lá fullkomiliga stilt, meðan eg var í løgtinginum. Nakað sama kann sigast um landbúna. Eg fór frá sum lærari 67 ára gamal og havi síðani livað sum eftirløntur tænastumaður. Góða tíð at fáast við seyð og annað.”

Seinastu tíðina búðu Hilmar og Lydia á Lágargarði í Havn. Nú eru bæði farin.

Friður veri við minninum um Lydiu og Hilmar Kass.

Óli Olsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo