40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til fyrispurning frá Una Rasmussen, løgtingsmanni, settur Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um hædd er tikin fyri blindum og sjónveikum í nýggju bíleggingarskipanini hjá Strandfaraskipum Landsins.

Fyrispurningurin er soljóðandi:

- Eru ætlanir um at gera tað møguligt hjá blindum og sjónveikum at bíleggja í nýggju bíleggingarskipanini hjá Strandfaraskipum Landsins?

Svar
Strandfaraskip Landsins hevur, sum partur av menningartilgongdini viðvíkjandi nýggju bíleggingarskipanini til ferðafólk og akfør, sent umbøn til Sjóndepilin um ráðgeving í mun til tørvin hjá sjónveikum og blindum og tilvísing til brúkarar, ið seinni kunnu luttaka í royndarkoyring (test) av skipanini.

Harumframt upplýsir Strandferðslan, at hon fær ráðgeving frá kt – mennara, ið áður hevur ment skipanir, ið taka atlit til serliga tørvin hjá fólkið, ið bera brek.

Høvuðsendamál hjá Strandferðsluni er at veita somu tænastu til allar borgarar í landinum og at allar skipanir, ið geva borgarum atgongd til hesar, í mest møguligan mun eisini taka atlit til tørvin hjá fólkið, ið bera brek.

Strandferðslan hevur eitt gott samstarv við Megd og hevur áður biðið um ráðgeving og eftirmetingar, eitt nú í sambandi við útbjóðing av bygdaleiðum og byggingina av Erlu Kongsdóttir.

Tinganes, 27. oktober 2021
Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo