40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Havstovan: Ársritið hjá Havstovuni, sum við orðum og myndum lýsir stóran part av virkseminum seinasta árið, er nú komið. Nakrir fastir tættir eru, so sum ymiskar tíðarseriur og lýsing av verkætlanum, sum eru í gongd just nú.

Eisini er skrivað um nýggja rannsóknarskipið Jákup Sverra, um slánar inni við land, um ferðingarmynstrið hjá skrápi, um hvussu havið fløðir – eisini kring Føroyar og annað forkunnugt.

Sjóvarmál 2020 kann lesast sum pdf’ur her á heimasíðuni ella fáast sum bóklingur við at venda sær til Havstovuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo