Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Sjúrður tók læraraútbúgving á Føroya Læraraskúla í 2009, og hevur síðan tikið prógv sum cand. pæd. í kt-didaktisk design á Danmarks Pædagogiske Universitetsskole í 2012. Seinastu árini hevur hann virkað sum lærari og kt-vegleiðari á stórum framkomnum skúla í Vedbæk.

Hetta hevur givið honum hollar royndir í at undirvísa og vegleiða bæði børnum og vaksnum í kt, at hugsa didaktiskt og nýskapandi umframt at stýra broytingartilgongdum og at samstarva. Útbúgvingin sum cand.pæd í kt-didaktisk design hevur umframt hetta givið honum innlit í granskingarpartin av starvsøkinum.

Samanumtikið skuldi hetta gjørt hann væl skikkaðan til at røkja starvið sum ráðgevi í kunningar- og samskiftistøkni, sum í høvuðsheitum snýr seg um at vera við til at menna hetta økið á Setrinum, bæði sum vanligt arbeiðsamboð hjá starvsfeløgum í sambandi við undirvísing og læring og sum granskingar- og menningarøki.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo