Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tann fjølgávaði og vinsæli Sjúrður Skaale, javnaðar- og tjóðveldissosialistur (sum tað rekur), undirhaldari, alias Kári Kul, Esmar Eysturoy, rappari, Pipar og Salt, sum øll eru góð við, flenna at og enntá velja, fekk ilt í rassin av grein undirritaða um 80% monopolpressuna í USA og Føroyum.

Greinin gretti ikki við einum orði Sjúrð, sum kortini sveið eygnabrýrnar av mær í eini skortfleingju á Facebook. Skvaldrið líktist øllum tí vanliga vinstrahalla politiskt korrekta brigslinum ímóti borgarligum fólki.

Mín grein snúði seg um, at í USA royna 90% av øllum fjølmiðlum nú at forða republikanum og borgarligum fólki at úttala seg alment. Samansvørjing við lít.

Í Føroyum ræður KvF yvir 80% av øllum miðlapengum (70 mió kr hjá KvF eru skattur goldin av 100 % av landsins arbeiðsmegi). Men KvF loyvir sær bert at tala politiskt til 50% av føroyingum. Í politiskum greiningum, viðmerkingum og lýsingum spennir innihaldið frá miðuni út til vinstru. Høgra síða verður sjáldan fyri ikki at siga ikki lýst.

Tær 75 mió veljarar, ið hava stuðlað Trump farnu 5 árini, verða nú jagstrað í miðlunum og uppsøgd úr almennum og enntá mongum privatum størvum.

Hesi høgravendu fólk sleppa ikki at úttala seg alment longur, tí flestu sjón- og útvarpsstøðir, avísir og teir stóru sosialu miðlarnir í USA, Twitter, Facebook, Instagram, Apple, Google o.a, hava bannlýst høgravend sjónarmið.

Sjúrður nevndi Martin Luther King. Um hann er at siga, at hann var kristin republikani, tí hann kendi Demokratiska KKK og Jim Crow trælaflokkin í USA.

Um Mandela kundi ein nevnt, at hann og 9 aðrir (fleiri hvítir) kommunistar í Umkonto we Sizwe (‘spjótsoddur’ á Xhosa-máli), vórðu rættarsóktir smbr. suðurafrikanskum lógum um terror í 1960-unum og fingu 10 sjálvvaldar (men alment fíggjaðar) løgfrøðingar sum verjur).

Umkonto we Sizwe var vápnaði vongurin í ANC (framvegis officielt marxistiskt), eftir at Mandela og hinir 9 vórðu handtiknir í teirra egnu vápnagoymslu, nóg stór til at spreingja Jo’burg í luftina).

Les um Rivonia rættarmálið 1963/4, har teir ákærdu váttaðu seg at vera marxistar og fingu fongsul ístaðin fyri at verða hongdir, sum lógin ásetti.

Gud havi lov batnaði Mandela við aldrinum. Hann bleiv 90 ár og man tí ikki hava havt tað líka ringt í SA fongsli, sum 100 tals milliónir hava havt tað í sosialistiskum fongslum kring heimin. Hesi vórðu gloymd, ja enntá stuðlað av idiologiskum skutilsveinum hjá Sjúrði Skaale.

Eg havi fleiri ferðir alment fegnast um, at Mandela royndist nógv betur politiskt enn væntað eftir 1994, tá apartheid-stjórnin hjá de Klerk hevði slept honum leysum og innført meirilutastýri í SA, so Mandela varð valdur forseti. Eg viðgangi lættliga eina fyrr skeiva meting. Tú heldur fast um tína sosialismu, ið er heimssøgurnar størsta lygn og altjóða samansvørjing.

Í 1994 var Sovjet-kommunisman fallin, so KGB kundi ikki longur stuðla ANC fíggjarliga sum áðrenn til at ræna valdið í SA sum aðrastaðni í Afrika.

Men Suðurafrika (SA) er nú á somu sosialistisku deyðskós sum Zimbabwe (frá ‘breyðkurv’ við uppruna europeiskum bóndum til ‘biddaraskál’ í Afrika við korruptum etniskum afrikananskum leiðarum og 70% arbeiðsloysi).

Í SA eru nú 10 Xhosa stammuveljarar hjá ANC fyri hvønn skattgjaldara (flestu enn hvít), so SA býður ikki í bøtur, sum frá líður.

Í SA verða 50 fólk myrd og 150 kvinnur neyðtiknar hvønn dag (almenn tøl frá SA-løgregluni). Í USA drepa svørt 7.000 onnur svørt hvørt ár (nógv tey flestu í Dem stýrdum býum). Til sammetingar: KKK kláraðu at ‘lynsja’ 4.300 svørt øll tey 90 árini, tann felagskapurin (bara Dems vóru limir) herjaði (1870 – 1960).

Frá 1965, tá Dems (LBJ) fóru at gjalda svørtum veljarum sosialhjálp fyri at atkvøða Dem, til í dag, hava svørt dripið 350.000 onnur svørt í USA. Tann lygnin hjá Sjúrðar floksfeløgum verður eisini fjald og nú sensurerað av High Tech/Dem samansvørjingini. Men hagtølini eru enn almenn. (Googla tey, Sjúrður).

Vinstravend trúgva enn á sína tramans sosialismu sum heimsins bjarging, hóast hon hevur kostað ræðuliga neyð og í síðstu øld yvir 100 mió mannalív.

Marxisman sum brúkilig samfelagskipan má vera størsta lygn í heimssøguni síðan Marx tey síðstu 170 árini. Vinstravend samansvørjing av fúlasta slag.

Sjúður hevur ikki alment harmast milliónirnar, ið systematisikt blivu fyribeind í sosialistiskum fongslum og fangalegum. Hasi 5 deyðu á Capitol Hill farnu viku er væl færri enn tey 150, sum lótu lív umframt fjøld av særdum politistum av “Black Lives Matter” (BLM) og Antifa terrorinum í summar.

Tá vórðu 10-túsundtals  handlar, virki, fyritøkur og almennir stovnar sorað rænd og brend, so 100-túsundtals vanlig fólk hava mist arbeiði og inntøku, hús og heim. Hví eggjaðu Democrats til gøtubardagar í summar, til morð, sor, rán og brand? Hesi 10-túsundtals bølmenni eru floksfelagar Sjúrðar.

Tá hoyrdist Ikki eitt kis frá gyklaranum Skaale. Democrat politikarar, nú 90% pressumonopolið, BLM og Antifa eggjaðu sínum brótararossunum til.

Sjúrður verjir nú 90% pressusensur í fyrr fría USA, har Biden, Harris, Dems og ‘Big Tech’ hótta talu-, skrivi- og trúarfrælsið, tí at Trump hevur givið vinstrahallum upp á kassan úr teirra egnu skuffu.

Sjúrður tølir í egnahædd sínar Facebook-fjepparar, sum vesturlendskar skúlaskipanir við vinstrahallum byrokratum á odda drena fyri almenna vitan um allan annan politikk enn sosialismu. Landalæra er fokin, týskt, franskt og skjótt eisini søgu eru bert valfak. Alt hetta fer fram undir skálkaskjólinum ‘samfelagsfrøði’ (= sosialismu). So ræna pamparar valdið og nøkta sína persónligu maktgirnd. Júst tað, Sjúrður skírir Trump og borgarlig fólk at gera.

Nú vit tosa um almenna vitan hjá vesturlendskum trøllvaksnum næmingum eftir 13 ára skúlagongd, kundi ein spurt, um ungu fjeppararnir hjá Sjúrði kenna munin:

millum Selatrað og Senegal ella Sumba og Zambia,

millum Kap Farvel og Kap Horn,

millum Løgting og Landsstýri,

millum upsa og makrel,

millum NATO og WAPA,

millum Petur Mohr Dam og Peter Pan,

millum Andrass Samuelsen og Anders And,

millum Jóannes bónda og Jóannes Nielsen,

millum fyrra og seinna heimsbardaga,

millum Spanska Borgarakríggið og Kalda kríggið,

millum Churchill og Hitler,

millum Thatcher og Merkel,

millum fasismu og marxismu (clue: lítil og eingin),

millum Demokratiska træla-, Ku Klux Klan- og Jim Crow-flokkin hjá Andrew Jackson, Biden og Pelosi øðrumegin og Republikanska trælafrælsisflokkin hjá Lincoln, Eisenhower og Reagan hinumegin.

millum sosialistiska spøkilsisbýin Detroit og borgaliga kraftdepilin Houston,

millum Svøríki í 1990 og Svøríki í 2021 (clue: Islam og Sosialdemokratisku brøðrurnir hjá Sjúðri),

millum Suðurafrika og Zimbabwe (clue: um 20 ár sami sosialistiski køstur),

... Ella bara: Fata tey sum heild, hvussu tað ber til, at tey hvønn dag vakna undir heitari dýnu, traðka út á gólvhita. Fara inn á vesi og skrúva heita brúsu frá, velja vaskað og turkað klæðir úr rokaðum klædnaskápi, fáa sær mat úr fullum kuldaskápi og matgera í mikro- ella køksovni....

....Tey seta seg í ein frammanundan hitaðan luksusbil í asfalteraðum túni, kunnu velja antin at koyra oman til eitt fleiri 1000 tons stórt jarnskip, sum eftir øllum vanligum logikki eigur at søkka, ella at koyra á flogvøllin, har eitt risa flogfar, sum eftir allari líkindarokning skuldi dottið niður, ella ikki komið uppfrá, flytir tey eftir 3-4 tímum til sólfevndar strendur.

Alt hetta hava synir undan kvinnum uppfunnið og framleitt. Alt verður drivið av olju, sum menn hava útvunnið við at bora 1000-tals metrar undir havbotnin við tøkni, sum er so ófatulig, at tað næstan ikki kundi borið til. Nú ætla nakrar kvinnur á tingi og býráði reigiøst at banna 80% av tí, olju, ið vit øll liva av.

...Og hvat er niðurstøðan hjá veljaraskaranum hjá Sjúrði um “Trump-logikk”? Jú.... hvítir menn eru primitivir og skulu yvirgeva seg og lata kvinnum, Islam og Kina.

Hví hølvar Merkel amerikansku Demokratarnar av fyri pressusensur? Jú, hon sammetir Gøbbelsa Týskland við 90% sosialistiska einflokkamiðlar í USA.

Nýggja religiónin hjá Sjúrðar veljarum er Femi(naz)isma, Klimafasisma, Kuba, Venezuela og Kina-marxisma (fyrr Sovjet-kommunisma) og sosialistiska multi-kulti Svøríki anno 2021, eitt brotsmannabøli.

Sjúrður og tey stríðast fyri globalismu og ‘Great Reset’, fyri nýggjari avtalu millum USA hjá Biden og Iran hjá Khamenei ímóti Ísrael, kvinnum, kapitalismu og demokrati.

Nú broyta Democrat lagsbrøður Sjúrðar á Capitol sína tingskipan, so at øll familju- og skyldskaparorð, pápi og mamma, bróðir og systir, dóttir og sonur, systurbørn, morbrøður, fastir, mostir, svágrar osfrv. verða bannað og broytt til foreldur, systkin, børn og øll fornøvn (hann, hon osfrv) til at gerast óheft av kyni.

Sosialisman í USA beinir fyri kvínnuítrótti, tí nú noyðast kvinnur at kappast ímóti biologiskum men tvørkyndum monnum, sum annars ikki høvdu rokkið vanligum monnum til kníggja á jøvnum føti.

Familjan og kristni verða ólóglig, og munir millum mann og kvinnu strikað.

Undirritaði fór úr politikki fyri 10 árum síðan. Sjúrður man eiga 15 ár eftir í politikki og tískil framtíðina. Við vælvild, stuðli og hjálp frá honum o.ø. sosialistiskum og globalistiskum pamparum hevur Iran tá beint fyri Ísrael við atomvápnum, og Kina hevur keypt alt USA og stýrir øllum heiminum.

Eg ynski Sjúrði gott kjak víðari (við seg sjálvan) og frítt at koma og fara í KvF, á Facebook, Twitter (‘Kill Donald Trump!”, ikki sensurerað enn), Google og í øllum útvarps- og sjónvarpsmiðlum. So kann hann ómótsagt kalla onnur við øðrvísi hugsan ‘rasist og fasist’.

Vinstrahall í dag eru trásett av dogmatiskum trúarsetningum um, at menn eru kvinnur og kvinnur menn, at eini 56 ymisk kyn eru til, at húðalitir og ikki lyndiseyðkenni avgera, hvørji vit eru, at kynslutir kunnu skiftast, og at fólk skulu avsvørja sín egna samleika og verða partur av fjøldini í hvør sínum etniskum minniluta. Risa sosialistisk lygn og samansvørjing.

Sjúrður er líka argur homo- og zenofobur, patriakalskur supremasistur, toxistiskur maskulinistur, misogynistur og rasistur sum eg sjálvur, tí vit báðir smbr. Sjúrðar sosialistisku ideologi hava grátt hár (um nakað) og ljóst hold.

Tað ger, at Vesturheimurin við sosialistum á odda ger sjálvmorð av hvítari skuldarkenslu, ið eingin kann skilvíst forklára.

Helst verður Sjúrður her á fold tann dagin, tá tey hvítu og øll kristin verða trælir hjá kinesarum og islamistum. Vænti tó ikki, at hann tá drýpur høvur og biður komandi hvíta minniluta ættarliðið um fyrigeving. At vera sosialistur merkir, at einum aldri tørvar at viðganga síni mistøk. Tey vinstrahallu eru frekari og meiri sjálvrættvís enn so.

Sjúrður ger helst bara sum seinast, hann mistók seg.... skiftir politiskan hest.

Eg havi tíverri ikki tíð til at kjakast meiri við Sjúrð, sum umframt fríar almennar mikrofonir og myndatól kann brúka sosialu miðlarnar til síni tipp-topp hipp-popp hoppla sjónarmið um rasismu o.o. politiskt korrekt ókvæmisorð.

Tryggasti mátin at fáa ein nýggjan Hitler til maktina er at geva 75 mill veljarum í U.S.A. og 100 tals milliónum europearum kjaftband.

Sjúrður hevur skilt lítið um vandan í at útihýsa helvt av fólkinum frá tí fría orðinum. Tað er stytsta leið til sosialistiskt einaveldi.   

Óli Breckmann

Les eisini:

80% miðlamonopol í Føroyum og í USA

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo