40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Javnaðarflokkurin á Fólkatingi: - Tað má vera mark fyri, hvussu leingi staturin kann vera eftir fólki, áðrenn dómur fellur. Eitt mark fyri bíðitíð. Tað er brot á prinsippini, sum eitt rættarsamfelag eigur at byggja á, sigur Sjúrður Skaale.

Spurnartími við forsætisráðharranum 7. februar 2023. 

Fleiri persónar úr gamla Eik-banka, sum hava havt eina sak hangandi yvir sær í tíggju ár, eru nú fríkendir.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at staturin hevur verið so leingi eftir fólki, fyri síðani at fríkenna tey. Tað líkist ongum. Teirra vinnuligu møguleikar verða skerdir so nógv, at tey illa fáa virka, og tey fáa ein sosialan dóm. Og so verða tey fríkend.

Men tey mongu árini koma ikki aftur. Tey eru í veruleikanum dømd – av órøttum. Hetta ávirkar ikki bara tey, sum eru ákærd, men eisini tey, ið eru offur. Fyri trimum árum síðani traðkaði ein kvinna fram í miðlinum, sum hevði verið fyri ógvusligum harðskapi. Hon greiddi mannagongdini frá tí hon meldaði, til rættarmálið kom á skrá. Tvey ár skuldi hon bíða. Ein drúgv tíð við ótta, stúranum og óvissu. Ótta fyri at møta tí ákærda, og stúranum fyri at ikki verða vard hesi árini.

Hetta eigur ikki at koma fyri. Tað er brot á prinsippini, sum eitt rættarsamfelag eigur at byggja á. Tað má vera mark fyri, hvussu leingi staturin kann vera eftir fólki, áðrenn dómur fellur. Eitt mark fyri bíðitíð.

Verandi støða er ring støða fyri øll – tey ákærdu, offrini og skattgjaldararnar. Øll tapa.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo