Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

25-ára gamli Jákup Mortensen er settur sum nýggjur høvuðsungdómsvenjari hjá NSÍ. 

Jákup Mortensen og NSÍ hava undirskrivað sáttmála, sum er galdandi í trý ár. 

Í NSÍ fegnast tey um avtaluna:

- Jákup Mortensen. Navnið kenna vit øll. Abbin sáli, navnin, er heiðurslimur, og ein av høvuðsorsøkunum til, at fótbólturin festi røtur í runavíkarøkinum. Pápan kenna vit fyrst sum leikara og síðan venjara í fleiri umførum í felagnum. Beiggjar hava verið og eru virknir í felagnum.

- Hóast unga aldurin hevur Jákup longu í fleiri ár verið venjari hjá fleiri ungdómsliðum, og hevur stundum havt yvirskipaðar uppgávur innan venjaragerningin í felagnum. At Jákup nú hevur játtað at átaka sær høvuðsábyrgdina at skipa ungdómsfótbóltin, kunnu vit ikki annað enn fegnast um, sigur NSÍ á heimasíðuni.

Og NSÍ ynskir Jákupi blíðan byr í uppgávuni. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo