Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Skála kirkja: Hugnaliga og væl umtøkta tiltakið “Vit syngja jólini inn” verður í ár hildið fyri 12. ferð. Kvøldið er - eins og áður - skipað sum ein sanggudstænasta við nógvum, góðum og kendum jólasálmum og fjøltáttaðum (lokalum) undirspæli afturvið.

Streingjakórið í Meinigheitshúsinum tekur lut, og við teirra hjálp verða 4 av teimum 8 felagssálmunum sungnir fleirraddað.

Harafturat fer Jonnhild Reynholdsdóttir, sum er uppvaksin og býr á Skála, at hava jólahugleiðingar. Jonnhild er – umframt so nógv annað – býráðspolitikari og er einasta umboð, valt á lokala Skála-listanum.

Hon er eisini fyrsta kvinna av Skála, sum er vald í samanløgdu Runavíkar kommunu, har hon nú situr sína aðru setu. Hon er forkvinna í Tøkni- og umhvørvisnevndini og situr eisini í tveimum øðrum nevndum.

Nógv børn og foreldur teirra eru komin í samband við Jonnhild í hennara áralanga starvi á Tannlæknastovuni á Skála, har hon við sínum blídliga práti man hava hjálpt mongum barni til ikki at stúra fyri at fara til tannlækna.

- Vit gleða okkum at hoyra, hvat Jonnhild fer at siga okkum í sínum jólahugleiðingum og vóna og vænta, at nógv taka sær stundir til at vera við til hetta hugnaliga og jólaliga tiltak – vælkomin!

Aftan á gudstænastuna verður ein drekkamuður at fáa í kirkjukjallaranum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo