Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skannarin 2.0

Skannarin hevur nú fingið eftirnavnið 2.0 og verður almannakunngjørdur á VP.fo.

Enn sum áður er Øssur Winthereig vertur við Brynhild Thomsen sum gestaverti.

Og nógvir pressuspurningar eru at seta og fáa svaraðar.

Hví spyr ein fyrrverandi løgmaður um, hví journalistar altíð skulu vera so kritiskir, og hví teir ikki lurta meira eftir, hvat tær stóru fyritøkurnar í Føroyum siga? Passar tað, at Bakkafrost ikki sleppur framat við sínum boðskapi?

Hví valdi Kringvarpið ikki at fara á ríkisfundin í Nuuk, men heldur at spyrja løgmann og journalist hjá KNR um, hvat hendi í grønlendska høvuðsstaðnum?

Og hvat var tað fyri ein serlig heilsan, sum danski fútin hevði til føroyskar journalistar í samrøðu við føroyska Frihedsbrevet?

Eisini verður roynt at fáa landsstýriskvinnuna í miðlamálum at útgreina, hvat hon ætlar við setninginum í samgonguskjalinum, har tað stendur, at “miðlalandslagið og Kringvarp Føroya skulu styrkjast".

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo