40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Partafelagið Skansi Offshore hevði 36,5 mió kr í halli í fjør. Tað skal samanberast við hall uppá góðar 7 mió kr í 2019 og 30 mió kr í 2018. Fara vit aftur til árini 2016 og 2015 var samlaða hallið tey bæði árini stívliga 260 mió kr.

Skansi fæst gjøgnum dóttirfeløg við frálandavirksemi innan oljuvinnuna, og vánaliga úrslitið kemst fyrst og fremst av niðurskrivingum av skipum hjá felagnum. Skipini eru í roknskapinum niðurskrivað við 333 milliónum krónum, og eru eftir statusdagin seld fyri 334 mió kr, sæst í roknskapinum. Lánveitarar hava mist munandi upphæddir, og 30 milliónir krónur í nýggjum partapeningi eru settar í, sæst eisini í frágreiðingini.

Um framtíðina verður sagt, at útlitini eru bjartari, tí oljuprísurin er hækkandi og skipini hava meira at gera nú. Men spotmarknaðurin er fongdur við ávísari óvissu í mun til langtíðar leigusáttmálar, og tí er stór óvissa tengd at rakstrinum.

Fíggjarstøðan hjá felagnum javnvigaði við 12,6 mió kr við ársskiftið og eginognin var negativ við 15,3 mió kr.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo