Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Uttanríkis- og Vinnumálaráðið: 500 túsund kr. afturat til FMX, 500 túsund til nýggja stuðulsskipan til tónleikavinnu, og játtanin til Filmshúsið veksur upp í 2 mió. kr.

Hetta sama vikuskiftið, sum Marius og Føroya Symfoniorkestur høvdu tríggjar konsertir fyri fullsettum Norðurlandahúsi, vann Reiley danska Melodi Grand Prixið. Í farnu viku luttóku eisini Jazzygold, Dania O. Tausen og Joe & the Shitboys á norsku tónleikastevnuni Trondheim Calling. Hesi brotini úr einari viku í februar eru bara nøkur fá dømi um, hvussu stór framgongdin er í føroysku tónleikavinnuni, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður.

Tónleikaútflutningsstovan, FMX, hevur gjørt eitt stórt arbeiði fyri at stuðla tónleikarunum, sum veruliga vilja koma fram í altjóða tónleikavinnuni. Netverkini og pallarnir, sum FMX gevur tónleikavinnuni atgongd til, eru av sera stórum týdningi fyri framhaldandi menningina, og tað krevur bæði orku og fígging at røkja tey. Tí verður játtanin til FMX hækkað við 500 túsund kr. Afturat hesum verður ein nýggj stuðulsskipan gjørd til útflutningsátøk í tónleikavinnuni. 500 túsund kr. verða tøkar til tónleikavinnuna at søkja til útflutningsfremjandi arbeiði. Nýggja stuðulsskipanin verður løgd til Vinnuframa at umsita í samstarvi við FMX.

Filmshúsið er í hesum døgum á veg til altjóða filmsstevnuna í Berlin við einum stórum liði við 20 framleiðarum, leikstjórum og filmsfakfólkum.

Filmshúsið hevur bás á Berlinaluni og hevur boðið einum hópi av leiðandi fólki í filmsvinnuni, sølufólki, umboðum fyri stórar filmsfestivalar og øðrum til tiltakið "Meet the Faroese".  Eisini í filmsvinnuni ger stóra framgongdin, at arbeiðið hjá Filmshúsinum verður størri, og tí verður játtanin til Filmshúsið hækkað við 360 túsund kr. upp í 2 milliónir.

Afturat hesum verður arbeitt við at broyta lógina um afturbering til filmsframleiðslu, so at verkætlanir ikki detta niður í millum, tí ov lítið er játtað í fíggjarlógini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo