40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá fyrispurning frá Una Rasmussen, løgtingsmanni, settur, Jørgeni Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um frádrátt fyri húsaleigu

Fyrispurningurin er soljóðandi:

Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at leggja uppskot fyri Løgtingið fyri at broyta frádrátt fyri húsaleigu sum bruttoskatt?

Svar:
Landsstýrismaðurin ætlar at leggja uppskot fyri Løgtingið fyri at leingja verandi skattafrádrátt fyri húsaleigu á 100.000 kr.

Uppskotið verður væntandi lagt fyri Løgtingið stutt eftir ólavsøku í ár.

Støða er ikki tikin til, hvussu nógv ár, skattafrádrátturin á 100.000 kr. verður longdur.

Skattafrádrátturin fyri húsaleigu eftir bruttoskipanini hækkaði úr 50.000 kr. til 100.000 kr. frá 1. januar 2019.

Tískil eru bara tvey ár liðin, síðani frádrátturin hækkaði. Árið 2020 var nógv merkt av koronufarsóttini, og sera fá ferðafólk komu til landið í 2020 sammett við undanfarin ár.

Orsakað av hesum er torført at meta um, hvørt hækkingin í frádráttinum hevur gjørt, at fleiri hús og íbúðir eru vorðin tøk til langtíðarleigu og um hvørja ávirkan koronufarsóttin og fáu ferðafólkini í 2020 hevur havt á útboðið av húsum og íbúðum til langtíðarleigu.

Tó síggjast ábendingar um, at hækkingin í frádráttinum hevur havt eina ávirkan.

Talið av leigumálum, sum vórðu uppgjørd eftir bruttoskipanini hækkaði í 2019. Tølini fyri 2020 eru ikki endaliga gjørd upp enn.

Tinganes, 19. mai 2021

Jørgen Niclasen
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo