Spard króna er vunnin króna
- Gírigur McKvagg

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Tá gistingarhagtølini til og við juli í ár vórðu kunngjørd, varð Hagstova Føroya gjørd varug við møguligar skeivleikar í hagtølunum.

Fyri at staðfesta, um skeivleikar vóru í hagtølunum, hevur Hagstovan eftirkannað innanhýsis hagtalsskipanir og saman við gistingarhúsunum eftirkannað tølini í gistingarskipanum hjá gistingarhúsunum.

Staðfest er nú, at skeivleikar eru í tølunum og hagtølini eru tí tikin aftur til skeivleikarnir eru rættaðir.

Høvuðsorsøkin er, at uppgerðir úr gistingarskipanum hjá fleiri av størru gistingarhúsunum ikki hava verið rættar, og skeivir upplýsingar eru av hesi orsøk tí latnir Hagstovuni.

Tað merkir ítøkiliga, at upplýsta nýtslustigið ávísar mánaðir hevur verið ov høgt og aðrar mánaðir ov lágt.

Skeivleikin ávirkar tí gistingarhagtølini eisini aftur í tíð. 

Gistingarhagtølini verða tøk í almenna hagtalsgrunninum hjá Hagstovuni, tá góðskan er tryggjað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo