Yirskriftin í grein á heimasíðuni hjá Kringvarpinum beint nú er tíðarvend og genial og eitt rættiligt scoop, og uppboðssølu-fjeppin sum hevur orðað greinina, veit ikki, hvørjum beini standast skal á í øllum ovfarakætinum:
Fara at bjóða á uppboðssøluni
Uppboðssølu-fjeppin í Kringvarpinum vil hava fram tíðindini, at eitt skip, sum júst er komið til landið, ætlar sær at fiska og tað fer at brúka uppboðssøluna, verður sagt í yvirskriftini.
Tað er høvuðsboðskapurin hjá tíðindafólkinum og uppboðssølu-fjeppanum.
Men so lesa vit í undiryvirskriftini, at skipið kanska fer at bjóða og fiska:
Nýggja uppsjóvarskipið Hoyvík fer kanska at fiska upp á rættindir, sum verða seld á uppboðssøluni í 2017
Fara vit so inn á sjálva greinina á heimasíðuni hjá Kringvarpinum, so fær pípan eitt øðrvísi ljóð.
Har verður reiðarin endurgivin fyri at siga:
Hóast Thor ikki heldur, at uppboðssølan er tann besti hátturin at skipa fiskivinnuna eftir, fer Thor at bjóða uppá rættindir í 2017, um tað verður møguligt.
WOW!
Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo