Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar til skrivligan fyrispurning nr. 52-131/2022 frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni, settur Ruth Vang, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um Búskaparráðið og Landsbankan.

Fyrispurningurin er soljóðandi:
1. Hvørjar hugsanir hevur landsstýrismaðurin viðvíkjandi skipanini av Landsbanka og Búskaparráði, sum varð framd í 2021?

2. Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at varðveita verandi skipan ella møguliga at broyta hana?

Svar til spurning 1 og 2
Landsbankin hevur nú virkað í áleið tvey ár eftir nýggja leistinum, sum undanfarna landsstýrið legði fram. Nógvar atfinningar vóru í sambandi við broytingina tá. Málið er tó ikki viðgjørt í landsstýrinum enn. Sæð í ljósinum av atfinningunum, sum vóru, tá broytingin varð framd, haldi eg, at tað hevði verið skilagott at eftirmett skipanina.

Ein atfinning, sum var í sambandi við broytingina hjá undanfarna landsstýri var, at tað var óheppið, at nevndin fyri Landsbankan og Búskaparráðið skuldi vera sama nevnd, tí uppgávurnar vóru ymiskar og kundu í summum førum vera í stríð við hvørja aðra.

Tinganes, 5. juli 2023
Ruth Vang
Landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo