Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Vinnuhúsið: Tað er avgjørt eitt stig rætta vegin, nú fimm kommunur hava valt at lækka kommunuskattin í 2024.

Tað heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, sum í nógv ár hevur verið av teirri greiðu sannføring, at lønarskatturin í Føroyum er ov høgur. Seinnu árini er ov lítil partur av inntøkuvøkstrinum í almennu kassunum farin til at fíggja lættar í lønarskattinum. Til dømis øktust samlaðu skattainntøkurnar hjá føroysku kommununum við uml. 14% frá 2020 til 2023. Hetta kundi givið rúm fyri skattalættum hjá fleiri kommunum, samstundis sum tað hevði borið til at raðfest kommunalu kjarnuuppgávurnar innan eitt nú dagstovnaøkið, eldraøkið og vatn- og renovatiónsøkið.

Styrkir okkara kappingarføri sum land
Tað gagnar okkara samfelagi, at landið og nú nakrar kommunur lækka skattin. Tað bøtir um okkara møguleikar sum land at kappast við onnur lond um starvsfólkini, eins og tað ger tað meira lokkandi hjá fólki at taka eitt eyka tak.

Skattalættarnir fara óivað eisini at lætta um gerandisdagin, sum seinastu tíðina hevur verið eyðkendur við hækkandi prísum og hækkandi rentum.

Um kommunurnar eru tilvitaðar um at vísa afturhaldni í útreiðsluvøkstrinum, og at fokusera á kommunalu kjarnuuppgávurnar, skapar tað rúm fyri at lækka kommunuskattin. Ein lækkandi persónsskattur økir eisini um talið á fólki, sum kunnu klára seg sjálvi uttan hjálp frá tí almenna.

Miðal skattaprosentið góð 20 prosent
Tær fimm kommunurnar, sum í 2024 lækka kommunuskattin, eru: Vágs kommuna, Sunda kommuna, Eystur kommuna, Vága kommuna og Hvalbiar kommuna.

Kommunuskattaprosentið í teimum 29 kommununum í Føroyum er í miðal 20,02 prosent. Tað hægsta kommunuskattaprosentið er 21,50 prosent, meðan tað lægsta er 16,00 prosent.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo