40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Hóast konservativ tvørball úr Suðuroy longu hava verið úti og fílst, jamrað og knarrað ímóti, so var uppskotið hjá N J Arge, stjóra, um fergusamband millum Hvalbiar og Sands sera konstruktivt og realistiskt.

Tað er púra vitleyst, hvis man ikki brúkar henda serveraða fergu-møguleikan.

Tær havnalegurnar verða seinni eisini hentar til turist-ferðir til Dímunar og Skúvoyar

Tað verður eitt fantastiskt tilboð fyri yngri sakligar og realistiskar suðuroyingar, meðan HOLIÐ undir Suðuroyarfjørð er óforsvarliga dýr utopi.

Tað noyðist av trygdarorsøkum at vera eitt dupulthol, sum fer at kosta heilt astronomiskt og lemja føroyska økonomi í fleiri mansaldrar

Hesin fíggjarligi marrudreymur má steðgast og føroyskir politikarar mugu vakna og TORA at siga eitt rungandi kortanei til at droyma seg til botns í Suðuroyarfirði.

Tað  er serliga ynkiligt, at teir flestu politikarar halda HOLIÐ vera óforsvarligan galskap, tá ið man tosar við teir uppá tveymanshond, men teir eru for feikir til at  siga tað alment.

Tí má løgtingsformansinnan vera so kná, at hon krevur, at tað verður stemmað í loyndum, tá ið málið kemur til viðgerðar, so kann man síggja, hvussu nógvir løgtingslimir vilja lata seg kúga av eini hálvørari HOL-dyrkandi lobby í Vági.

Tað aldargamla sambandið millum Hvalba og Sand bleiv í øldir røkt sum skjúts við rættiliga smáum róðrarbátum, so ber eisini til  teir allarflestu ársins dagar við nógv størri fergum!

Latið Landsverk og Strandferðsluna RÁÐA og fái suðuroyingar at TIGA.

Teir kunnu og skullu jú heldur ikki betala fyri tað luftiga og steinøra havbotna-kastellið.

Virgar T. Dalsgaard

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo