Spyr ikki, hvat land títt kann gera fyri teg. Spyr heldur, hvat tú kanst gera fyri land títt
- John F. Kennedy

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Royndi Russlands korrespondenturin Flemming Rose og lektarin á Fróðskaparsetrinum Heini í Skorini fara at tosa um Russland, kríggið í Ukraina og Føroyar í tí stóru myndini. Tað verður mikukvøldið 7. juni, og tað er nýggjasta skotið á føroysku miðlagreinini, Frihedsbrevet ið skipar fyri

- Talan er um eitt forkunnugt tiltak í Løkshøll í Runavík. Flemming Rose, redaktørur á Frihedsbrevet.dk, og Heini í Skorini, serfrøðingur í altjóða viðurskiftum, fara at skifta orð um heitasta politiska málið júst nú, bæði í Føroyum og í restini av heiminum. Hetta gera teir undir kønari leiðslu av Jan Lamhauge, journalisti á Frihedsbrevet.fo, sigur Barbara Holm, Journalistur sum skipar fyri tiltakinum.

Við einari fortíð sum korrespondentur í Russlandi og hollari vitan um russisku og ukrainsku søguna, fylgir Flemming Rose sera væl við í tí, sum hendir í Ukraina og avleiðingarnar av russisku innrásini. Heini í Skorini er phd í altjóða politikki frá King’s College í London, lektari á Fróðskaparsetrinum, royndur journalistur og virkin viðmerkjari.

- Hetta verður klókt, tað verður aktuelt og tað verður forkunnugt. Í Løkshøll 7. juni, klokkan 19.30. Limirnir sleppa inn ókeypis, sigur Barbara Holm.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo