Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar uppá fyrispurning frá Jóhan Eli Poulsen, løgtingsmanni, um skipasmiðjustuðul, settur landsstýrismanninum í umhvørvis- og vinnumálum, Helga Abrahamsen (at svara skrivliga eftir TS § 52 a)

Fyrispurningur
- Hava landsstýrismaðurin og landsstýrið í hyggju at økja skipasmiðju stuðulin soleiðis, at føroyskar skipasmiðjur kunnu verða kappingarførar við aðrar skipasmiðjur í útlondum?

- Hevur landsstýrismaðurin ætlanir um at gera eina heildarætlanfyri, hvussu vit styrkja um Føroyar sum ein kraftdepil innan umvælingar, nýgerð og veitingar til skipavinnuna? Tað veri seg bæði fiski-og flutnings vinnuna?

Svar
Spurningur nr. 1 og 2 verða svaraðir undir einum.

Sambært vinnupolitikki samgongunnar skal vinnupolitikkur verðar grundaður á, at kapitalur og arbeiðsmegi skulu hava frítt at fara til vinnur, sum skapa avkast. Tað almenna skal tryggja vinnuni góðar karmar, soleiðis at hon sleppur at virka eftir marknaðarbúskaparligum treytum. Samstundis framgongur, at arbeiðast skal við at menna føroyskt skipasmíð, og at tað í sambandi við, at føroyska fiskivinnan næstu árini skal endurnýggja skipaflotan, skal arbeiðast fyri, at hetta í størst møguligan mun verður gjørt í Føroyum.

Løgtingslógin um studning til skipasmiðjur er frá 1996 við broytingum í 2002. Eftir hesi lóg kann veitast føroyskum skipa- og bátasmiðjum 8% í studningi av sáttmálaprísinum til nýbygging og umbygging av flótandi eindum.

Skipasmiðjuvinnan er ein týðandi partur av føroyska búskapinum, sum skapar ringvirkningar í føroyska samfelagnum. Landafrøðiliga staðseting Føroya saman við føroyska vinnubygnaðinum ger, at skipasmiðjuvirksemi eisini frameftir verður ein týðandi partur í føroysku vinnuni. Fiski- og alivinnan fylla nógv í føroyska búskapinum og báðar vinnur hava tørv á tænastum frá føroyskum skipasmiðjum, bæði til umvælingararbeiði og til nýbyggingar. Farma- og ferðafólkaskip hava somuleiðis tørv á skipasmiðjum, og útlendsk skip eru javnan á beding í Føroyum, tá eitthvørt skal umvælast.

Eg havi fingið áheitan frá skipasmiðjuvinnuni um at broyta stuðulsskipanina, undir hesum at hækka stuðulin, og eg eri í samskifti við vinnuna hesum viðvíkjandi. Harumframt er tørvur á at nágreina ivaspurningar, sum hava verið í samband við umsiting av lógini.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið arbeiðir tí í løtuni við frágreiðing og tilmæli um at endurskoða stuðulsskipanina, undir hesum spurningin um kappingarføri hjá føroyskum skipasmiðjum, og hvørt tað er rætt at hækka stuðulin. Spurningurin um at minka um útlátið frá skipum er eisini ein partur av arbeiðinum við frágreiðingini.

Frágreiðingin og tilmæli verða latin mær miðskeiðis í mai mánaði.

Væntandi fara tilmælini serliga at snúgva seg um, hvørt stuðulin átti at verið hækkaður sum heild, men harumframt eisini hvørt hægri stuðul kann verða latin, tá varandi orkuloysnir verða valdar í samband við ný- ella umbygging.

Tá ið eg havi fingið frágreiðingina og tilmælini, verður farið undir politisku viðgerðina, t.e. serliga at fáa staðfest hesi viðurskiftini:

- Er undirtøka fyri at hækka skipasmiðjustuðulin sum heild,
- er undirtøka fyri at differentiera skipasmiðjustuðulin, t.d. soleiðis at ávís nýbygging fær hægri stuðul (t.d. endurnýgging av heimaflotanum),
- er undirtøka fyri at hava serstuðul til varandi orkuloysnir.

Eftir ta politisku viðgerðina í landsstýrinum og samgonguni verða broytingarnar í løgtingslógini um skipasmiðjustuðul evnaðar til og lagdar fyri Løgtingið til støðutakan.

Vónin er, at vit frameftir fáa eina skipan, sum kann vera við til at menna føroyskt skipasmíð.

Umhvørvis- og vinnumálaráðið, tann 27. apríl 2021
Helgi Abrahamsen  
landsstýrismaður

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo