Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Skírisdag 14. apríl fara Føroyar at renna! Tað eru Ítróttafelagið Bragdið og Tórshavnar kommuna, sum skipa fyri stóra rennitiltakinum, tá fólk kring allar Føroyar renna.

Øll kunnu vera við, tá Føroyar renna, einki aldursmark er og eingi krøv eru til formin. Tú meldar teg til á renn.fo, har tú velur hvussu langt tú ætlar tær at renna/ganga. Tá dagurin nærkast fært tú eitt renninummar sendandi við telduposti, sum tú prentar út og setur á bringuna, tá tú fert at renna. Tá tú hevur runnið tað, tú ætlaði tær, skrásetur tú teinin á renn.fo. Øll, sum hava skrásett seg aftaná renningina fáa eitt luttakaraheiðursmerki, sum minni um dagin.

Tiltakið er ókeypis, men tú kanst lata eina peningagávur til Sinnisbata, hetta gert tú tá tú meldar til.

Føroyar renna var fyrstu ferð í juni 2020. Tað var tann dagin Tórshavn Marathon av røttum skuldi vera, men sum orsaka av koronu bleiv avlýst. Tað var ikki gjørligt at samla fólk, so hugskotið var, at fólk runnu ella gingu har í Føroyum, tey vóru stødd. Vit runnu saman hvør sær. Undirtøkan til rennitiltakið var somikið góð at avgjørt var, at hetta skuldi vera eitt afturvendandi tiltak.

Ítróttafelagið Bragdið og Tórshavnar kommuna vilja saman við Sinnisbata varpa ljós á sálarligaheilsu, og tí renna ella ganga vit fyri sálarheilsuni tá Føroyar renna 14. apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo