Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

 So kjakast Búskaparráð og politikarar aftur um haldføri í føroyska búskapinum.

Tað kundu vit havt frá 1978/84, um fleiri enn 7 tingfólk skiltu ‘lívlanga sjálvpensjón’.

Haldføri er enn neyðugt kjak til at tryggja, at Føroyar fara ikki á heysin, sum frálíður.

Tað eru 2 síður av somu sak, at vit krevja meir av tí almenna, enn vit klára at gjalda.

Vit kenna keipumyndina av hundinum, ið lystiliga etur sín egna avskorna hala.

Pensjonistarnir fjølgast 150-200 og kosta um 25 mió kr meir árliga, bara í pensjón.

Tað svarar til 250 mió kr meiri um 10 ár, tá pensjónsaldurin bert er hækkaður 2 ár.

Fólkapensjónin er jú bert partur av tí, sum røkt, heilsa o.a. veitingar til eldri kosta.

Vit mugu byggja fleiri eldrastovnar, sum land/kommunur nú gjalda kostnaðin av.

Ellisheim kosta 2 mió kr pr búfólk at byggja (+ 400.000 kr pr ár pr búfólk at reka).

Vit mugu lata privat samtøk og fólk byggja nøkur egin eldrabýli, sum aðrastaðni.

Land og kommunur mugu ikki klandrast kannibalskt um, hvør skal gjalda.

Tað omanfyri nevnda og annað slíkt eru avbjóðingar nú og sum frá líður.

Lat fólk sjálvi velja sín pensjónsaldur
Ein lítið umrødd, men skjót loysn til haldføri er at lata fólk velja sín pensjónsaldur.

Vit kundu valt pensjón 67 (ella skjótt 68) ára gomul við verandi fólkapensjón.

So slapst frá eljustríði og mótstøðu frá fakfeløgum og eldri um hægri pensjónsaldur.

Pensjonistar ilskast mest um mótrokning og skatt av eyka arbeiðsinntøku eftir 67.

Tó velja heili 53% av føroyingum (67-75 ár) at halda fram eftir 67 í løntum arbeiði.

Enn fleiri eldri yvir 67 høvdu helst valt at arbeitt fyri løn við vanligari skattskyldu.

Tey, ið valdu tað, kundu so útsett og fingið hægri fólkapensjón, tá tey góvust.

Árini, tey arbeiða lønt eftir 67, kundu givið teim t.d. 10% hægri fólkapensjón pr. ár.

Gevast tey at arbeiða t.d. 75 ára gomul, fáa tey eyka fólkapensjón (t.d. +60/70%).

Nýskapan krevur nýhugsan
Men slík nýskapan krevur nýhugsan av veljarum, politikarum og Almannaverki.

Helst høvdu fleiri enn 2. hvør pensjonistur arbeitt lønt longur enn 67 ára aldur.

Skipan við sjálvvaldum pensjónsaldri hevði hækkað inntøku og lívsgóðsku hjá eldri.

Tús.tals pensjonistar 5-10 ár longur til arbeiðis høvdu økt landsins inntøkur almikið.

Okkara egna ‘gráa gull’ 5/7 ár longur til verka gjørdu nógvar útlendingar óneyðugar.

NB! Sjálvvaldur pensjónsaldur hevði straks bøtt búskaparliga haldførið almikið.

Men so mugu og skulu folk eldri enn 67 sleppa undan skattabremsu á arbeiðsløn.

Hægri inngjøld til sjálvpensjón
Forhondsskatting av pensjónum var ein dýrur politiskur prísur fyri 40% ‘flatskatt’.

Øktar uppsjóvarkvotur tá og serliga alingin settu fyrr óhugsaða ferð á búskapin.

Flatskattur á miðal lønir og lægri toppskattur førdu til risa búskaparvøkstur.

Vinstrahall halda, at hægri skattaprosent geva landi og kommunum meiri skatt.

Veruleikin er øvugtur. Ov høgt skattaprosent gevur tí almenna minni skattainntøku. (Meiri um tað í seinni grein).

Nú aftur til inngjøld til eginpensjón hjá løntakarum.

Vit fingu umsíður eina lívlanga persónliga pensjónsuppsparing, ov seint og ov lítla.

Tað skilst, at flestu fakfelagslimir rinda enn undir 10% av lønini til sjálvpensjón.

AMEG er komin at verða
Eginfígging av fólkapensjón átti at verið 15% (helst 18-20%) fyri at muna nokk.

Hægri inngjøld til at tryggja sín aldurdóm eru bráðneyðug, sum rentan nú er.

Forhondsskatting av pensjónum var ein neyðloysn og má broytast aftur.

At fleirtal ikki fekst á tingi fyri eginpensjón, men fyrst bert fyri AMEG, kostaði dýrt.

AMEG er ein beinleiðis veiting frá skatti til pensjón uttan rentutilskriving.

Fingu vit eginpensjónir við rentu frá t.d. 1980, áttu pensjónsgrunnar fleiri mia kr nú.

Tí mugu vit í skundi hækka pensjónsinngjaldið upp í minst 15% av útgoldnari løn.

Tað kann verða býtt millum arbeiðsgevara og løntakara sum nú.

Sjálvfíggjað eginpensjón hevði gagnað pensjónistum, búskapi og styrkt haldføri.

Óli Breckmann

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo