Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Umboð fyri øll 18 fótbóltsfeløgini luttóku á árliga aðalfundinum hjá FSF, sum varð hildin á Hotel Hilton leygardagin - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Árið í fjør hilnaðist væl fyri Fótbóltssamband Føroya. Hetta kom fram á árliga aðalfundinum, sum varð hildin á Hotel Hilton í Havn leygardagin.

Roknskapurin fyri 2021 varð lagdur fram, og vísti hann eitt yvirskot upp á slakar 2,7 milliónir krónur.

Einki stórvegis mál var á skránni, annað enn, at limirnir í yvirkæruvendini og aganevndini stóðu fyri vali. Øll tóku við afturvali, og vórðu einmælt vald fyri næstu tvey árini.

Í yvirkærunevndini sita Høgni Høgnesen, Andrass Holm Arge og Jens Erik Magnussen. Eykalimir eru Sigmund Poulsen og Birita Sandberg Samuelsen.

Í aganevndini hjá FSF sita Anni á Hædd, Sissal Kristiansen og Kenn Nónklett. Eykalimir eru Bárður Larsen og Djóni Thomassen.

Talan gjørdist tískil um ein skjótan, góðan og siðiligan fund, ið varð avgreiddur eftir góð trý korter.

Aðalfundurin endaði við at forsetin, Christian Andreasen tók samanum, og síðan bleiv fyrsta ørindi av tjóðsanginum sungið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo