Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Norska ungdómsrøðin SKAM – á føroyskum SKOMM – er komin út í føroyskari týðing. Bøkurnar eru handritini til væl umtóktu sjónvarpsrøðina, sum varð víst árini 2015-17, eisini í føroyskum sjónvarpi.

Tær báðar fyrstu bøkurnar, Eva og Noora, eru komnar, meðan triðja og fjórða sesong, Ísak og Sana, koma út á Bókadøgum í november.

Bøkurnar eru upprunaligu handritini, sum leikritahøvundurin og leikstjórin Julia Andem skrivaði til røðina.

Hetta merkir, at bøkurnar eru settar upp sum leikrit, og at vit síggja viðmerkingar hjá rithøvundinum.

Eins og í sjónvarpsrøðini leggur málið í bókunum seg í stóran mun eftir at endurgeva ungdómsmál.

SKOMM-fjepparar fara at kenna røðina aftur, men í bókunum er eisini eykatilfar, sum ikki var við í sjónvarpsrøðini, sum senur og samrøður, formæli og eftirmæli.

Røðin viðger evnið skomm í ungdómslívi í dag í sambandi við eitt nú kynsligan samleika, trúgv og sálarsjúku.

Í bókunum síggja vit ljósu og myrku síðurnar í gerandisdegnum hjá ungum gentum og dreingjum, sum ganga í miðnámi.

Bøkurnar eru tøkar sum pappírs- og e-bøkur, tær eru heftar og 230 og 264 síður.

Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur bøkurnar út.

Á Bókadøgum 22/11 verða SKOMM-tiltøk í sambandi við útgávurnar, eitt fyri skúlar og eitt fyri almenningin, har týðarin, Silja Aldudóttir, fer at hava samrøðu við ein av leikarunum í røðini, Thomas Hayes, ið spældi leiklutin sum William.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo