40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Altjóða eldradagur verður í morgin fríggjadagin 4. oktober 2019.

Sí skránna HER

Dagurin verður settur á Perlutorginum við Tórsgøtu, har Gunvør Balle, virkandi borgarstjóri, og Katrin Holm, forkvinna í Eldraráðnum, fara at bera fram røðu. Aftaná verður fimleikur.

Fleiri tiltøk eru á skránni. Drekkamunnur og prát er í Ebenezer kl.10:40. Beinta Háberg spælir klaver. Aftaná verður tosað um gallupkanningina um tey eldru, Laila Hentze frá Gallup, og Eyðfríð Jacobsen, stjóri í Heilsu- og Umsorganartænastuni, greiða frá kanningini.

Eftir døgverðan er evnið í Ebenezer “Virkin og vakin”. Henning Bøgesvang, prestur, fer at tosa um at vera virkin alt lívið. Ælabogin fer at spæla, og Jákup Bogi Joensen fer at hugleiða um uppsøgn vegna aldur. Kl 15 eru dagtónar at hoyra í dómkirkjuni.

Kl. 17 verður filmurin “Still Alice” sýndur í Havnar Bio. Oscarvirðislønti filmurin snýr seg um eina kvinnu, sum fær staðfest alzheimerssjúkuna. Kl. 20 spælir Harmonikuliðið í Reinsarínum, Heri Simonsen hugleiðir um “skemtiligt afturhvarv”. Síðan verður felagssangur og harmonikutónar, og Bergun Kass fer at enda dagin.

Serlig matartilboð er á Hotel Hafnia, Hvonn Brasserie og í Posthúskjallaranum. Tilboðið er galdandi fyri øll, sum eru 60 ár og eldri.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo