40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Vestmanna kommuna skipar fyri nýggjárshaldi við kyndlagongu, báli og fýrverki.

Skráin er hendan:

Kl. 19.30
Byrjar kyndlagongan við ruskplássið Skilagátt, og ganga vit framvið heiminum á Grønanesi oman á kaiina, har bálið verður tendrað. 

Vit syngja sálmin "Tíðin rennur sum streymur í á".

Kl. 23.00
Byrja blikkamenninir at tendra blikkini.

Kl. 23.30 
Skjýtur kommunan fýrverk á økinum við Havnarskrivstovuna. Heitt verður á fólk um at njóta fýrverkið í fjarstøðu.

Kl. 24.00
Aftaná midnátt verður dansur í Silkienni. Nærri kunning um tiltakið fæst frá Disvoy.

Vestmanna kommuna ynskir øllum eitt gott og eydnuríkt nýggjár.

Í samband við at kommunan skipar fyri felags báli, verður ikki givið loyvi til onnur bál. Heitt verður á fólk um ikki at fylla á felagsbálið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo