Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Tá fleiri nú siga seg vilja “endurskoða” havnastongsulin, er tað bara eitt annað orð fyri at strika havnastongsulin - og harvið loyva russum at brúka føroyskar havnir, sum teir vilja.

Vit hava valt at steingja føroyskar havnir fyri øllum russiskum virksemi, ið ikki er partur av fiskiveiðuavtaluni við Russland.

At russar so valdu heilt at steðga við at brúka føroyskar havnir, er ein avgerð, russar sjálvir hava tikið.

Russar eru servandir í propaganda, og teir vita øgiliga væl, at tað fór at skapa øsing, um russiska virksemið í Føroyum steðgaði.

Føroyar valdu at standa saman við Ukraina og fólkinum har, sum berjast fyri egnum heimi og familju. Slíkum sum Stanislav Horbovtsov, ella Stas, sum vit hoyrdu um í Degi og viku, har mamman og einkjan eftir hann vóru komnar til Føroyar at jarða restirnar av honum, sum hann sjálvur hevði ynskt.

At strika havnastongsulin nú er ikki bara at venda teimum bakið, tað er at góðtaka tað, Russland ger móti teimum.

Pengar lukta ikki, sigst. Men, mátin man tjenar teir uppá kann lukta rættiliga illa.

Hans Jacob Thomsen,
løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo