Um tú ert fátækur, men vilt verða ríkur, veldst ikki so nógv um hvat tú tjenar, sum hvussu tú hugsar
- George Gilder

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Líkt er til at eitt skifti er farið fram í Nato og ES landinum Slovakia, har tey sum stuðlaðu Ukraina í krígnum ímóti Russland hava mist valdið til tey sum halda við Moskva.

Tað hendir eftir at 48 ára gamli fyrrverandi forsætisráðharrin í landinum, Peter Pellegrini, er valdur til forseta ístaðin fyri ta vesturlendskt sinnaðu Zuzana Caputova.

Peter Pellegrini er samsintur við sitandi forsætisráðharra, Robert Fico, hvat krígnum ímillum Russlan og Ukraina viðvíkir.

- Sostatt er líkt til, at Robert Fico og hansara partafólk hava valdið í tjóðartinginum, stjórnini og skjótt eisini á forsetaborgini, skrivar BBC.

Skiftið er vert at bíta merki í, tí tað er eitt Nato og ES land sum nú púra skiftir kós í hesum spurninginum. Tað er ikki langt síðani, at Slovakia gav Ukraina øll síni MiG-29 jaðaraflogfør sum gávu.

Andstøðan hevur eisini funnist hvassliga at avgerðini hjá sitandi stjórn um at avtaka eina serliga deild hjá almenna ákæranum í landinum, sum varð sett á stovn fyri 20 árum síðani, og sum hevði til endamáls at koma víðfevnda mutrinum í landinum til lívs. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo