Tað, sum nógv er hatað, er ofta illa fatað
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Teir tveir sterkastu telvararnir í Føroyum, Helgi Dam Ziska (vinstrumegin) og Høgni Egilstoft Nielsen (høgrumegin) eru bulurin á føroyska landsliðnum, sum fer til Malta seinni í vikuni.

Teir tveir sterkastu telvararnir í Føroyum, Helgi Dam Ziska (vinstrumegin) og Høgni Egilstoft Nielsen (høgrumegin) eru bulurin á føroyska landsliðnum, sum fer til Malta seinni í vikuni.

Talvsambandið: Sjeynda talvkappingin millum smátjóðir í Evropa verður nú um mánaðarskiftið suðuri á Malta. Føroyska landsliðið er hesaferð favorittur at vinna kappingina, sum Andorra vann seinast.

Hini liðini í kappingini umframt Føroyar eru Andorra, Luksemburg, Monaco, Malta, Kyprós, Liktinstein, Jersey og Guernsey. Tíggjunda liðið manna kvinnur úr teimum ymsu londunum - tó er eingin úr Føroyum við.

Hvørt land hevur fimm telvarar á sínum liði - fýra telva í hvørjum dysti. Talvsamband Føroya hevur øll árini hildið fast um, at fimti telvarin er unglingi. Hesaferð eru tveir, sum hava unglingaaldur, á føroyska liðnum.

Hesir fimm fara at manna føroyska talvlandsliðið á Malta:

1. Helgi Dam Ziska, HT

2. Høgni Egilstoft Nielsen, ST

3. John Rødgaard, VT

4. Luitjen Akselsson Apol, HT

5. Jón í Horni Nielsen, ST

Blaðungir
Luitjen og Jón eru ávikavist 15 og 16 ára gamlir, og millum yngstu telvarar - um ikki teir allaryngstu - á talvstevnuni á Malta. 15 ára gamli Luitjen er longu royndur í leikum, og nú sleppur ungi sandavágsmaðurin, sum hevur havt stóra framgongd, av álvara at royna seg.

Á ovaru borðunum hava Føroyar sterkar og royndar telvarar. Nógv fer at hvíla á teimum, skal føroyska landsliðið útinna sín favorittleiklut í kappingini. Roknast kann við harðari mótstøðu frá serliga Andorra, Luksemburg og Monaco.

Telvað verður frá sunnudegnum 28. november til leygardagin 4. desember.

Vinnarar í smálandakappingini:

2009 Føroyar

2011 Luksemburg

2013 Føroyar

2015 Luksemburg

2017 Føroyar

2019 Andorra

Ukraina vann EM
Føroyar vóru ikki við í EM-kappingini fyri landslið í talvi, sum júst hevur verið í Slovenia. 39 lond kappaðust.

Eitt sindur óvæntað vann Ukraina, men avrikið var ógvuliga sannførandi. Frakland endaði í hølunum á teimum og gjørdist nummar tvey. Stóran lut í góða úrslitinum hjá fransmonnum átti hin 18 ára gamli Alireza Firouzja á 1. borði. Hann er ættaður úr Iran, men situr ikki væl um sátt við myndugleikarnar í heimlandinum, og hevur nú franskan ríkisborgaraskap.

Alireza Firouzja hevði óhoyrt góð úrslit í kappingini, og tað ber í sær, at hann fer at vinna seg upp um 2800 í styrkitali, sum er eindømi hjá so ungum telvara. Hann krýpur tí heilt fram á annaðplássið á altjóða talvstyrkilistanum - í hølunum á norska heimsmeistaranum Magnus Carlsen.

Sterka polska landsliðið endaði nummar trý í EM. Russisku favorittarnir máttu óvæntað sættast við eitt sættapláss.

Føroyar hava tvær verðir verið við í stóru EM-talvstevnuni, men ikki í ár.

HM-finalan byrjar
Tað hendir nógv innan telvingina í hesum døgum. Fríggjadagin verður fyrsta talvið í HM-finaluni millum norska heimsmeistaran Magnus Carlsen og russiska avbjóðaran Ian Nepomniachti telvað. Kappingin er í Katar. Teir telva til 16. desember.

31 ára gamli Magnus Carlsen hevur verið heimsmeistari síðani 2013. Tá koppaði hann indiska stórtelvaranum Vishy Annand. Norðmaðurin hevur seinni vart heitið í HM-finaludystum móti Annand, Sergej Karjakin úr Russlandi og Fabio Caruana úr USA.

Sjónvarpið hjá norska ríkiskringvarpinum NRK ger sum vant nógv burturúr, og sendir alla finaluna beinleiðis á báðum høvuðsrásunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo