Mær dámar ikki at binda meg til hvørki Himmal ella Helviti. Eg havi vinfólk bæði støðini
- Mark Twain

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Eitt stórt línuskip og tvey smærri, eru til fiskarí. Tey fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Øll landa í vikuni.  Eitt frystilínuskip fiskar við Eysturgrønland, tvey fiska við Føroyar og eitt fiskar og tvey eru ávegis á Flemish Kap. Tey við Eysturgrønland fiska mest av toski, tey á Flemish Kap fiska tosk, meðan tey undir Føroyum fiska mest longu, tosk, hýsu og brosmu.

Hetta sigur Fiskamarknaðurin millum annað í síni meting fyri komandi vikuna.

Streymurin er brúkiligur og veðrið verður eisini hapuligt, so roknað verður við nakað av útróðri. Fiskaríið er smáligt. Tey fáa mest av toski, hýsu og so nakað av hvítingi og upsa.

Tveir frystitrolarar fiska svartkalva og so er ein á beding. Væntandi fer ein djúpvatnstrolari í vikuni á svartkalvaveiðu í bretskum sjógvi

Trý pør fiska upsa og annan hvítfisk og so eru tvey pør og ein trolari á gulllaksaveiðu. Fiskaríið eftir upsa er hampuligt.

Bara ein trolbátur er til fiskarí. Hann er norðanfyri og fiskar mest av toski, hýsu og so nakað av flatfiski.

Tvey garnaskip fiska svartkalva. Fiskaríð er smáligt. Tvey fiska havtasku. Fiskaríið hjá teimum er eisini smáligtligt. Øll garnaskipini landa í vikuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo