40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Danska TV 2 hevur tosað við 4 serfrøðingar um koronasmittuna nú í heyst, og siga allir, at eingin grund er til panikk, sjálvt um fleiri helst verða smittað.

Greinin kann lesast her

Serfrøðingarnir vísa eisini á, at støðan nú so nógv eru vaksinerað og hava havt smittuna, er heilt ein onnur enn hon var hini bæði árini korona hevur herjað.

Í Danmark hava um 85 prosent yvir 40 ár fingið minst 3 prik, og um 60 prosent fingu smittuna undir stóru Omikron bylgjuni veturin 2021.

VP hevur spurt Landslæknan um støðan í Føroyum er tann sama sum í Danmark, og tað sigur Landslækni, at hon er.

- Støðan í Føroyum líkist nógv tí donsku. Vit meta at tað vóru uml. 30.000 tilburðir av Omikron staðfestir veturin 2021/2022.

- Í desembur 2021 fingu 2393 fólk staðfest korona, har vit meta at minst helvtin høvdu Omikron.

- Frá 1. januar 2022 til 28. februar 2022 vóru 28.623 fólk positiv, har allir tilburðir vóru roknaðir sum Omikron. Tað vóru allarhelst fleiri, sum bara testaðu seg við heimatest og ikki PCR, so umleið 55-60% av fólkatalinum roknast at vera smittað við Omikron frá desembur 2021 til og við februar 2022, sigur Landslæknin.

Tølini fyri koppseting finnast á https://korona.fo/hagtol-koppseting.

Her er eitt yvirlit yvir hvussu nógv vóru positiv hvønn mánaða frá januar 2021:
Januar 2021: 44
Februar 2021: 4
Mars 2021: 3
Apríl 2021: 3
Maj 2021: 57
Juni 2021: 57
Juli 2021: 206
August 2021: 16
Septembur 2021: 187
Oktobur 2021: 1025
Novembur 2021: 1476
Desembur 2021: 2393
Januar 2022: 14666
Februar 2022: 13957

Viðvíkjandi 4. prikinum, sigur Landslæknin, at byrjað verður at koppseta tey eldru á ellisheimunum 15. septembur, meðan fólk yvir 50 ár fáa tilboð um koppseting frá 1. oktobur. Heilsumálaráðið stýrir koppsetingargongdini við ráðgeving frá Landslæknanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo