Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Tað verður lagt upp til tað heilt stóra brakið á Okkara Tórsfest 2018, leygarkvøldið 21. juli. Tí í dag hava fyriskipararnir kunngjørt, at vælumtókti enski bólkurin Smokie eisini verður millum mongu nøvnini, sum fara á pall á Vaglinum í summar. Umframt Smokie er longu kunngjørt, at Carpark North, Burhan G, Danny & The Veetos, Burak Yeter, Jacob Dinesen og Signar í Homrum fara á pall. 

Lí­ka síðani Smokie fyri fyrstu ferð vitjaði á klettunum fyri mongu árum síðani, hava teir fylt hallir og festivaløki, har øll hava sungið við. Og tað verður uttan iva aftur sungið væl við, tá Smokie fara á pall á Okkara Tórsfest 2018. Flestu føroyingar kenna risahittini sum t.d. Lay Back in the Arms of Someone, I’ll Meet You at Midnight, Oh Carol, Mexican Girl, Needels and Pins, Arms of Mary og fyri ikki at gloyma Living Next Door To Alice.

Smokie hava eina rúgvu at útgávum í sjáttuni og bólkurin hevur havt óteljandi konsertir kring heimin. Teir spæla framvegis nógv, og tí eru fyriskipararnir av Okkara Tórsfest sera fegnir um at tað hevur eydnast at fáa Smokie til Føroyar í summar.

Smokie verður mannað av Mike Craft (sangari og gittarspælari), Mick McConnell (gittar og kór), Terry Uttley (bass og kór), Steve Pinnell (trummur) og Martin Bullard (ljómborð). 

Nú verður so aftur møguleiki at hoyra vælumtókt bólkin á Vaglinum í Havn leygarkvøldið fyri ólavsøku. 

Á Tórsfest verður eisini spæliland og tiltøk fyri børn á skránni um dagin, meðan stóru konsertirnar verða um kvøldið.

Forsølan til Okkara Tórsfest 2018 gongur væl og eftir henni at døma, verða nógv fólk á Vaglinum í summar.

Fyriskipararnir vænta, at tað verður útselt. Enn eru fleiri nøvn eftir at kunngera - bæði føroyskt og útlendsk.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo