Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Flogbóltsárið 2021/2022 verður servað í gongd í dag í høllini á Giljanesi, tá árligu stórsteypadystirnir hjá kvinnum og monnum verða spældir. Dystirnir eru ímillum steypavinnararnar og FM vinnararnar frá undanfarna kappingarári.

Fyrri dysturin, sum verður leiktur kl. 15, er ímillum ÍF, sum var steypavinnari og Mjølnir, sum vann FM heitið í fjør.

Seinni dysturin, sum byrjar kl. 17.30, er ein lokaluppgerð millum SÍ og Drátt. SÍ var greipuvinnari í fjør, men bæði steypa- og FM finalurnar vóru ímóti Drátti, og tískil møtast hesi bæði liðini til stórsteypadyst.

FBF og SÍ skipa fyri stórsteypadystunum. Atgongumerkini kosta 100 kr. fyri hvønn dyst og eru ókeypis fyri ung undir 16 ár.

Peningurin frá atgongumerkjasøluni fer óskerdur til "Í menniskjum góður tokki".

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo