Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Eydnudeild: Síðan Eydnudeild bleiv sett á stovn í mars 2018, er deildin vaksin.

Nú - 5 ár seinni - hevur Eydnudeild ikki færri enn 3 hondbóltslið í Føroyum.

Lundapisurnar, sum venja í Kollafirði hevur 2 lið í steypafinaluni. Svanarnir, sum venja suðuri í Vági hava 1 lið við og Músabrøðurnir, sum venja í Klaksvík hava 1 lið til finaluna.

Hetta eru børn og ung, sum hava ymiskar avbjóðingar, og tí ikki megna at venja hondbólt í vanligu feløgunum.

Við Eydnudeild hava tey fingið ein nýggjan møguleika. Ein møguleika at luttaka í einum sosialum felagskapi, sum tekur atlit til einstaka hondbóltsspælaran. Tey sleppa at verða júst tann, tey eru, og fáa avbjóðingar, sum eru við til at menna tey á fleiri økjum - rørsluliga, sosialt og ikki minst persónliga.

Eydnudeild hevur nógvar fjepparnir, og tey eru vit sera takksom fyri.

Eydnudeild er ikki sum hinar deildirnar. Vit eru altíð eitt sindur coolari og eydnusamari. Hesa ferð hava vit sent innbjóðing til allar borgarstjórarnir sum eiga ein Eydnudeildar spælara í steypafinaluni. Sjálvandi skulu borgarstjórarnir hava møguleika at síggja Eydnuleikaran í síni kommunu vinna ein steypadyst.

Tá okkara stjørnur hava fingið gull um hálsin, heldur veitslan fram. Vit fara oman á HAPS at eta.

Eydnudeild spælir steypafinalu sunnudagin kl 12.50.

Okkara dystur verður eisini stroymdur á youtube hjá hsf.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo