Samvitskan er okkara innara rødd, sum ávarar, at onkur sær okkum
- H. L. Menchen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

JFK: Í kvøld eru maskinurnar til Fish and Chips royndarkoyrdar, og alt gekk, sum tað skuldi – vælsmakkandi Fish and Chips í heimsklassa!

Alla vikuna hava fyrireikingar verið í sambandi við Sjómannadagin og JFK hevur havt fleiri folk í arbeiði í sambandi við uppseting av básinum til ókeypis Fish and Chips í heimsklassa.

Jógvan Hansen frá JFK upplýsir, at seinasta ár varð útvegað ein nýggj maskina. Hetta stytti munandi um bíðitíðina hjá fólki.

Eins og undanfarin ár eru tað royndir Fish and Chips kokkar úr Onglandi, sum vitja í Klaksvík á Sjómannadegnum.

Fyri 7. ferð er Craig Lewis við á Sjómannadegnum. Hann sigur í stuttari viðmerking, at hann undir korona-tíðini saknaði henda árliga túrin til Klaksvíkar, tá Sjómannadagurin varð avlýstur Men nú er hann aftur í Klaksvík annað árið á rað, og sum sagt omanfyri fyri 7. ferð.

Og enn einaferð er hann tilreiðar at borðreiða upp ímóti 8.000 porsjónum til vitjandi leygardagin. Hetta var áleið tað talið av porsjónum, sum fóru yvir diskin í 2022.

Um Craig Lewis kann annars upplýsast, at hann í 2020 var við til at vinna heiðurin sum besta Fish and Chips shop í Onglandi. Hetta var saman við beiggja sínum Cavin Lewis, sum fyrr hevur verið til Sjómannadagin sum kokkur. Craig býr og arbeiðir í London.

Men í ár er eisini ein nýggjur kokkur við í Klaksvík fyri fyrstu ferð, Daniel Anthony Dance, sum dagliga arbeiðir saman við Craig í London.

Hanus Hansen, stjóri í JFK, sigur, at byrjað verður klokkan 13,30 leygardagin, og eins og undanfarin ár verður hildið á, til ikki fleiri fólk eru á økinum.

Fiskurin er fyrstafloks toskur frá Gadus og Sjúrðrabergi, meðan chipsini verða framleidd úr nýggjum eplum úr Onglandi, sum eru serliga væl egnað til endamálið. Fyri at stytta um tíðina í bíðirøðini, kann hvør persónur í mesta lagi fáa fýra portiónir.

Føroya Bjór bjóðar sodavatn og vatn afturvið.

Byrjað verður annars tíðliga leygarmorgunin at gera portiónir, sum verða givnar ókeypis til sjúkrahúsið, røktarheim, eldraheim og onnur heim í Klaksvík.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo