Hin hættisligasti sjónleikurin er tann, ein leikar fyri sær sjálvum
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Bartal, Panos og Elisabeth í Svimjihøllini í Gundadali

Bartal, Panos og Elisabeth í Svimjihøllini í Gundadali

Bartal, Panos og Elisabeth í Svimjihøllini í Gundadali

Svimjisambandið: Evropeiska svimjisambandið LEN skipar nú hin 6. til 11. juli 2021 fyri Evropeisku JuniorMeistarastevnuni í kappsvimjing á langgeil 2021, í samstarvi við italska svimjisambandið FIN, í Róm í Italia. Fyri Føroyar luttaka Elisabeth Erlendsdóttir og Bartal Erlingsson Eidesgaard, bæði úr Havnar Svimjifelag.

Luttakaralistarnir síggjast her á heimasíðuni hjá italsku Microplus Timing, har eisini startlistarnir fara at vera at síggja, umframt úrslit so hvørt sum kappast verður.

Føroyska luttøkan er:

- Kap 10 – mik 7 juli – 100 frí menn – Bartal #80 av 92
- Kap 11 – mik 7 juli – 100 rygg kvinnur – Elisabeth #42 av 51
- Kap 19 – hós 8 juli – 50 bringa menn – Bartal #48 av 51
- Kap 24 – frí 9 juli – 200 frí menn – Bartal #52 av 57
- Kap 25 – frí 9 juli – 50 rygg kvinnur – Elisabeth #31 av 37
- Kap 31 – ley 10 juli – 50 frí menn – Bartal #74 av 85
- Kap 35 – ley 10 juli – 200 rygg kvinnur – Elisabeth #22 av 26

Tilsamans eru tey eini 566 svimjarar úr 48 londum, sum fara at búgva og kappast í hesi ‘boblu’ í Róm, frá týsdegnum 6. juli og fram til sunnudagin hin 11. juli. Tey fara ikki at kunna síggja nógv av Róm og Lazio, men kunnu troysta seg við at sleppa at kappast uttandua í einum av vakrastu svimjiumhvørvum í heiminum, Foro Italico.

##med2##

Við Elisabeth og Bartali eru venjari teirra í Havnar Svimjifelag, Panagiotis Christou, umframt ferðaleiðari Hjørdis Sólbjørg Mortensen. Føroyska ferðaliðið fer úr Vágum í morgin ári, sunnudagin hin 4. juli, og kemur heim aftur mánadagin hin 12. juli.

Vit ynskja EJM-landsliðnum bestu eydnu við luttøkuni á EJM 2021, og góða ferð annars nú í hesum truplu tíðum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo