Tað ger onki, um hjúnarbandið er av seglgarni - bert seglgarnið er passaliga langt
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Myndir: Hans Erik Danielsen og Bjarni Enghamar

Myndir: Hans Erik Danielsen og Bjarni Enghamar

Myndir: Hans Erik Danielsen og Bjarni Enghamar

FSF: Nær við, men kortini so langt frá. Soleiðis kann ein hugsað, eftir landsdystin móti Eysturríki leygarkvøldið. Tí sjálvt um føroyska liðið var greitt omaná stórar partar av dystinum, og spældi seg til fleiri góðar málmøguleikar, so var tað kortini Eysturríki, ið vann.

Úrslitið á Tórsvølli gjørdist 2-0 til eysturríkarar, eftir 1-0 leiðslu í hálvleikinum. Konrad Laimer legði Eysturríki á odda í 26. minutti, og stutt eftir steðgin økti Marcel Sabitzer.

Fyrr á degnum vann Skotland 3-2 á heimavølli móti Ísrael, meðan Danmark, samstundis sum Føroyar og Eysturríki spældu á Tórsvølli, vann 4-0 á útivølli móti Moldova.

Eftir sjey dystir eru danir fremst í bólkinum við 21 stigum. Nummar 2 er Skotland við 14 stig, og á triðja og fjórða plássi eru Ísrael og Eysturríki við 10 stigum í part. Føroyar hava 4 stig, og aftast er Moldova við einum stigi.

Týsdagin 12. oktober verður 8. umfar á skránni, og tá hittast londini soleiðis: Føroyar – Skotland, Ísrael – Moldova og Danmark – Eysturríki. Allir dystirnir byrja klokkan 19:45.

Atgongumerki til dystin millum Føroyar og Skotland fáast til keyps í Nethandilinum á FSF.fo.

Sí fleiri myndir

Sí hæddarpunkt

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo