40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Stýrið fyri Róðrargrunn Føroya: Róðrargrunnur Føroya bjóðar nú aftur kappróðrarfeløgum at søkja um stuðul til at smíða kappróðrarbátar.

Á fíggjarlógini fyri 2023 fekk grunnurin játtaðar 100.000 kr. til kappróðrarbátasmíð, sum kappróðrarfeløg kunnu søkja um.

Freistin at søkja um stuðul úr grunninum er mánadagin 15. mai 2023. Treytin fyri at fáa stuðul er, at kjølurin er strektur 25. apríl 2024.

Umsóknir skulu vera í mesta lagi eina A4-síðu til longdar. Í umsóknini skulu vera kostnaðarætlan, tíðarætlan og upplýsing um, hvør skal smíða bátin.

Harumframt skulu í umsóknini upplýsast teldupostur og telefonnummar hjá minst tveimum persónum, sum hava ábyrgd av felagnum, ið søkir.

Umsóknirnar verða viðgjørdar síðst í mai 2023.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo