40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

MEA: Fleiri og fleiri kommunur hava seinastu tíðina undirskriva samstarv við MEA – húsið fyri familjumenning.

Samstarvsavtalan gevur foreldrum og børnum teirra amboð og hjálp at styrkja um familjulívið.

Avtalan er eitt víðkað tilboð til borgarar í Sørvágs kommunu, sum eisini eru fevndir av avtaluni millum Almannamálaráðið og MEA, har øll pør, ið gerast foreldur fyri fyrstu ferð, fáa ókeypis parskeið.  

Avtalan fevnir um foreldraskeið til foreldur, sum eru farin hvør til sítt.  Allar familjur í kommununi hava møguleika, at fáa fimm tímar ókeypis familjuráðgeving, umframt par-skeið til foreldur, sum hava børn við serligum tørvi.

Vígdis Skorheim, leiðari fyri MEA sigur, at eitt av endamálunum hjá MEA er at styrkja tann einstaka, familjuna, parlagið og foreldrasamarbeiðið eftir møguligan skilnað, og tí fegnist hon um, at Sørvágs kommuna vil geva sínum borgarum eitt víðkað skeiðstilboð, soleiðis at foreldur m.a. kunnu fáa amboð til, hvussu foreldur best kunnu samstarva um børnini, tá talan er um hjúnaskilnað ella samlívsslit.

Samstarvsavtalan millum partarnar er galdandi frá 1. januar 2023 at rokna og eitt ár fram.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo