40 ár er elli ungdómsins, men 50 ár er ungdómur ellisins
- Victor Hugo

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Sørvágs Tónleikarfelag á Facebook: Viðmerkigar til grein flaggdagin 2022 hjá Runa Nolsøe á facebook, har Sørvágs Tónleikarfelag verður nevnt í samband við spæl v.m.

Boðað verður frá, at skriving hjá Rúni Nolsøe viðv. hornblástri í Vágum als ikki umboðar støðu Sørvágs Tónleikarfelags.

Vegna Sørvágs Tónleikarfelag tekur nevndin harliga frástøðu frá hesi skriving.

Tað er ikki upp til Sørvágs Tónleikarfelag at gera av, hvør og nær onkur biður felagið at spæla. Tað kann leggjast afturat, at felagið fær samsýning fyri at spæla.

Tvørturímóti fegnast vit hvørja ferð vit verða boðin at spæla til ymisk høvi í Vága Kommunu eins og aðrastaðnis.

Vegna Sørvágs Tónleikarfelag,

Jeannet Joensen, John Mouritsen og Páll Joensen

Uppslagið hjá Rúna Nolsøe sæst: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo