Tá tað gongst tí einstaka væl, gongst samfelagnum væl
- Seneca

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Bong Joon Ho

Bong Joon Ho

Fyri fyrstu ferð nakrantíð í 92 ára longu Oscarsøguni hevur ein filmur, sum ikki er á enskum, vunnið heiðurin fyri Besta Filmin. Tað hendi tá suðurkoreanski filmurin "Parasite" vann.

Leikstjórin Bong Joon Ho vann eisini heiðurin sum besti leikstjóri.

Tað var annars filmurin "1917", sum eisini hevur gingið í Føroyum, sum øll væntaðu fór at vinna. "1917" vann kortini eina virðisløn fyri bestu fotografering, besta ljóð og bestu visuellu effektirnar.

Bara 11 aðrir ikki-ensktmæltir filmar hava áður verið tilnevndir, men ongantíð vunnið.

Av øðrum sum ein kundi leggja til merkis tá heiðurslønirnar vórðu handaðar var, at kendi sjónleikarin Brad Pitt vann sín fyrsta Oscar nakrantíð, tað var fyri hjáleiklutin í filminum "Once Upon a Time...in Hollywood".

Og íslendska Hildur Guðnadóttir vann ein Oscar fyri Besta Originala Tematónleikin í "Joker".

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo