Sannur kærleiki byrjar við at taka sær av sínum næstu - heima við hús
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

”Maria” er einfalda heitið á fløgu, ið nú á fyrsta sinni fæst til keyps í sølubúðum kring landið. Í føroyskum tónleikahøpi er talan um eina søguliga útgávu, sum í roynd og veru sá dagsins ljós í Norðuramerika.

Landið er Kanada, árið er 1973, tá nýliga gifta føroyska havnarkvinnan Maria Anderssen (í dag Maria Andreassen Hentze) – eisini kend millum manna sum Maria í Ullvøruhúsinum – fer til Kanada at heilsa upp á verfamiljuna fyri fyrstu ferð.

”Eg endaði við at syngja á einum møti í býnum Victoria í British Columbia á kanadisku vesturstrondini, har verforeldrini búðu. Ein maður, ið kallaðist Douglas Gill kom aftan á møti og spurdi, um eg hevði gjørt nógvar plátur. Tá svarið var nei, segði hann, at hetta mátti tað gerast nakað við. Tað vísti seg, at hann hevði sítt egna plátufelag og soleiðis endaði tað við, at eg nakrar fáar dagar seinni sat í einum studio í Kanada við mínum spanska kassaguitara og spældi inn mína fyrstu plátu. Kona Douglas, Margaret Gill spældi somuleiðis orgul og klaver.”

Og soleiðis gjørdist søguliga føroyska útgávan ”Maria” veruleiki. Talan er um kendar enskar sangir so sum Seek And Ye Shall Find og Day By Day, sum eru innspældir live í studio og íklæddir einfaldan búna við kassaguitara og ljósu sopranrøddini hjá Mariu. Tveir føroyskir sangir, ”Sanna ungdómsgleði” og ”Har við tínar hjartadyr”, fingu sum sagt eisini rúmd á útgávuni.

Sjálv sigur Maria, at aftan á 45 ár sum LP pláta burturav, er loksins – eftir áheitan frá fleiri – gjørt av, at geva út hesa forkunnugu útgávu sum fløgu. Talan er um tíggju enskar sangir og tveir føroyskar sangir. Plátan varð í fyrstu syftu framleidd í Kanada. 

”Vit fingu eisini nakrar plátur við til Føroyar, sum blivu seldar hjá Marstein. Í 1973 var ikki so nógv av andaligum LP plátum og nógv vóru glað fyri hana her eisini”, minnist Maria A Hentze, sum í 1973 var 23 ára gomul og heilt frá barnaárum hevði sungið og spælt í samkomuhøpi í Føroyum.

”Sangur hevur havt  serligan týdning í mínum lívi heilt frá barnaárum. Eg komi úr einari familju, har sangur og tónleikur fylti nógv. Omma mín, Johanna Guttesen, sum búði á Tinghúsvegnum í Havn, plagdi at syngja fyri mær, tá eg vitjaði á gátt aftan á skúlatíð. Hon sang sangir, sum vit í dag kalla ”Frem fra glemslen,” minnist Maria. 

”Eg sang somuleiðis duett við systkinabarninum Gunrið  og eisini í trio høpi, men tá eg fór til Kanada, so mátti tað vera solo við guitarinum”, sigur Maria, sum eisini hevur sungið í Ebenezer kórinum í áravís. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo