Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Ofta endar tað við, at vespan ger enda á skinnfluguni, so hon ikki kann tola.

Ofta endar tað við, at vespan ger enda á skinnfluguni, so hon ikki kann tola.

Nú nærkast at vespurnar aftur fara at gera um seg.  Summarið hevur verið lýtt og tí er ikki óhugsandi, at væl er komið undan hjá vespunum.

Her eru nøkur ráð, um tú ert ein av teimum, sum ikki brýggjar teg um óbodnu gestirnar.

* Vespurnar byggja oftast býli eitt vart stað, har tað er lætt hjá teimum at koma til uttanifrá.

* Summi býli eru sjónlig, onnur kunnu vera krógvað, til dømis inni undir klædninginum á einum húsi.

* Lættasti máti at finna býli er ofta at hyggja eftir, hvar tær fara.

* Oftani halda tær til í skúrum, úthúsum, bilhúsum og líknandi støð, har tær ikki verða líka illa órógvaðar.

* Tær kunnu eisini byggja býli á einum úthangi ella á loftinum, sleppa tær inn.

* Nógv í Føroyum hava starahús uttanfyri. Har kunnu vespurnar eisini finna uppá at byggja sær býli.

* Minst til, at hóast nógv blíva skøkk av vespuni, so ger hon ikki ónáðir, tvørturímóti. Eitt nú heldur hon skinnfluguni, sum ger ónáðir, niðri, tí vespur og skinnflugur sita ikki væl um sátt, og oftast endar tað við, at vespan ger enda á skinnfluguni.

Ofta endar tað við, at vespan ger enda á skinnfluguni, so hon ikki kann tola.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo