Vitan uttan vísdóm er sum vatn í sandinum
- Afrikanskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Blái Krossur Føroya: Jólini nærkast og nógv gera sær ætlanir um jólaborðhald - bæði fyritøkur, stovnar, bindiklubbar, ítróttalið, vinarbólkar og onnur. Í ár vilja vit eggja tær til, eisini at hugsa um tey ið ikki drekka alkohol, fyri at tryggja eitt minnisríkt jólaborðhald fyri øll - tíni starvsfólk, tínar vinir, liðfelagar, o.s.fr.

Hevur tú lagt til merkis, at tað ikki eru øll á arbeiðsplássinum, ið drekka alkohol, og at alternativið ofta einans er vatn ella kanska sodavatn? Nú kanst tú eisini gera drekkivørurnar heilt serligar fyri tey, ið velja ikki at drekka alkohol.

Umhugsa í ár, at bjóða ein ella møguliga fleiri leskiligar alkoholfríar cocktails til jólaborðhaldið. Vit hava longu tvær fantastiska góðar og leskiligar uppskriftir klárar til júst títt jólaborðhald! (https://www.livlivid.fo/kokkteylar/)

Hesar uppskriftirnar hevur Gutti Winther gjørt í samband við eitt átak, ið Ráðið fyri ferðslutrygd og Blái Krossur Føroya skipaðu fyri. Bæði “Heilt Appilsinfríur” og “Espressoskeyk” hava verið væl umtøktir á festivalum og til onnur tiltøk har Liv Lívið vognurin hjá Bláa Krossi Føroya hevur verið.

Hví bjóða alkoholfríar møguleikar?
Visti tú at áleið 20% av føroyingum drekka als ikki, og at nógv drekka einans heilt fáar ferð um árið? Umframt hetta eru tað nógv ið velja alkohol frá í eitt tíðarskeið, av heilsu-, mentanar- ella persónligum orsøkum. Umframt hesi eru tey, ið skulu koyra heim eftir veitsluna. Bjóða teimum tí til eina veitslu, har tey kunnu kenna seg sum ein partur av felagsskapinum!

Við at bjóða alkoholfríar møguleikar til títt jólaborðhald, vísir tú ikki einans at tú leggur í trivnaðin og hugnan hjá øllum ið eru við, men tað hevur eisini fleiri aðrar ágóðar við sær:

1. Við at bjóða alkoholfríar møguleikar skapar tú ein innbjóðandi stemning fyri øll, eisini fyri tey, ið ikki drekka alkohol av onkrari orsøk.

2. Alkoholfríir møguleikar kunnu hjálpa starvsfeløgum/vinum at vera við í veitsluni alt kvøldið. Hetta kann vera við til at skapa betur samanhald.

3. At bjóða rúsfríar møguleikar kann vera við til at minka um alkoholnýtsluna til tiltøk og veitslur hjá fyritøkum/vinum, skapa sunnari drekkiatburð, og tryggja, at øll koma trygt heim.

4. Alkoholfríir cocktails og aðrar alkoholfríar drekkivørur kunnu vera líka so lekkur og kreativ sum teir/tær við alkoholi og kunnu geva eina heilt serliga uppliving og njóting fyri øll.

Við at taka hetta hugskotið til tín og bjóða alkoholfríar møguleikar kanst tú vera ein fyrimynd, og vera ein ábyrgdarfullur og umsorganarfullur vinur/arbeiðsgevari. Hetta er ein íløga í trivnað og eggjar til eitt jaligt umhvørvi har øll kunnu vera við.

Latið okkum standa saman fyri at gera ársins jólaborðhald minnisríkt, festligt, ábyrgdarfult og lat tað vera eina veitslu, har øll kendu, at tey kundu vera við í hugnanum.

Hvussu gert tú?
Á heimsíðuni hjá www.livlívið.fo síggjast nevndu rúsfríu coctails. Vit vegleiða fegin um tú hevur tørv á ráðum ella hugskotum. Tú kanst skriva til liv@blakross.fo ella skriva til Liv Lívið á Instagram ella Facebook.

Vit ynskja tær og tínum eini hugnalig, festlig og samlandi jól!

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo